Føroya kunngerðasavn A og B


Føroya kunngerðasavn A og B - 31.05.1996, Blaðsíða 14

Føroya kunngerðasavn A og B - 31.05.1996, Blaðsíða 14
98 Nr. 57 20. mai Løgtíngslóg um broyting í løgtingslóg um toli. Samsvarandi samtykt Føroya Løgtings staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg: § L í løgtingslóg nr. 121 frá 23. desember 1991 um toll við seinni broytingum verða gjørdar hesar broyt- ingar: 1) f § 12 verður stk. 3 sett úr gildi og stk. 4 verður hereftir stk. 3. 2) Millum kap. 7 og kap. 8 verður sum nýtt kap 7 a sett: »kap. 7 a: Fríøkir og frígoymslur: § 18 a. Sum frígoymsla er at skilja hølir, ið eru á føroyska tolløkinum, og undir eftirliti av Toll- og Skattstovuni, men har ið vørumar á goymsluni, hvat tolli og avgjøldum viðvíkur, verða mettar at verða uttanfyri føroyska tolløkið. Stk. 2. Toll- og Skattstova Føroya kann á støðum, har ið serligur tørvur er, geva loyvi til, at sett verður á stovn frígoymsla til almenna nýtslu til at leggja upp vømr frá útlandinum í stytri ella longri tíð, uttan at tollur, mvg ella punktgjald skal rindast fyri tær. Stk. 3. Vanligu toll- og avgjaldsreglumar fyri innflutning og tolleftirlit em galdandi fyri vøm- flutning frá frígoymslu og til restina av føroyska tolløkinum. Toll- og Skattstovan kann til vemd av toll- og avgjaldsviðurskiftum og til fremjan av teimum uppgávum, sum annars em álagdar Toll- og Skattstovuni at røkja, fyriskriva reglur um eftirlit við frígoymslum. Stk. 4. Persónlig nýtsla av ótollaðum vømm, ið em á frígoymslu er bannað, eins og keyp, mót- tøka, søla ella avhendan av nevndu vømm til per- sónliga nýtslu eisini er bannað. Stk. 5. A frígoymslu kunnu, um ikki annað er ser- liga fyriskrivað, leggjast alt slag av vømm uttan mun til mongd, uppruna, hvørjum landi vøran kemur frá og er ætlað til. Stk. 6. Landsstýrið kann áseta reglur um í hvønn mun og undir hvørjum treytum høgt tollaðar vør- ur, sum mugu metast at vera undir serligum vanda fyri at verða smuglaðar, kunnu leggjast upp á frígoymslu. Stk. 7. Landsstýrið kann áseta neyvari reglur um stovnan, innrættan og nýtslu av frígoymslum, um ábyrgd hjá loyvishavara fyri tolli og avgjøldum, um trygdarstillan fyri tolli- og avgjøldum av teim vømnum, ið førdar verða á frígoymslu, um aftur- tøku av loyvum og nær ið loyvið annars fellur burtur. § 18 b. Sum fríøki er at skilja ávíst økið á før- oyska tolløkinum, sum er undir eftirliti av Toll- og Skattstovuni, men sum, hvat tolli og avgjøld- um viðvíkur, verður mett at verða uttan fyri føroyska tolløkið. Stk. 2. Landsstýrið kann í samráð við Toll- og Skattstovuna geva loyvi til at seta á stovn fríøki til almenna nýtslu, og tá ið talan er um íðnaðar- virksemi og serligur tørvur er á tí, geva loyvi til at seta á stovn fríøki til privata nýtslu. Landsstýr- ið ásetir í kunngerð neyvari reglur fyri fríøkjum, hemndir eisini treytir fyri loyvisgevanini og fyri rakstrinum av fríøkjum. Stk. 3. Vømr, ið verða fluttar av ffíøki inn á før- oyska tolløkið, verða roknaðar sum innflutning- ur, og em vanligu toll- og avgjaldsreglumar fyri innflutning at galda eins og reglumar í kap. 9 um tolleftirlit eisini em galdandi fyri fríøkir. Stk. 4. Fríøkisvirksemi og tey virkir og goymsl- ur, ið em á fríøkinum, koma undir tær reglur, ið ásettar verða av landsstýrinum og Toll- og Skatt- stovu Føroya um eftirlit til vemd av toll- og av- gjaldsáhugamálum og fyri annars at fremja tær uppgávur, ið álagdar em Toll- og Skattstovuni at røkja. Hesar reglur vera galdandi bæði á markin- um við fríøkið og á fríøkinum. Stk. 5. Toll- og Skattstova Føroya hevur rætt til allastaðni á einum fríøki at kanna flutningsfør og at eftirkanna persónar, tá ið hetta fer fram í sam- svar við reglumar í § 30, stk. 2 og 3. Stk. 6.1 tann mun Toll- og Skattstovan metir tað neyðugt til útinnan av eftirlitinum við fríøki, skal loyvishavari fyri egnan kostnað gera og viðlíka- halda gyrðingar av økinum, og á líknandi hátt stilla hóskandi høli á økinum til taks til toll- og skattamyndugleikan, um hetta verður kravt. Stk. 7. I einum fríøki kunnu, um ikki annað er serliga fyriskrivað, goymast vømr av einum og hvøijum slag uttan mun til mongd, uppmna, hvøijum landi vøran kemur frá ella er ætlað til. Stk. 8. Persónlig nýtsla av vømm í einum fríøki, sum em fluttar hagar uttan at vera tollgreiddar, ímóti frítøku, ella afturrindan av avgjøldum, er bannað, eins og keyp, móttøka, søla ella av- hendan av nevndu vømm til persónliga nýtslu bannað. Stk. 9. Landsstýrið kann áseta reglur um, í hvønn mun og við hvørjum treytum høgt tollaðar vømr, sum mugu metast at vera undir serligum vanda fyri at vera smuglaðar, kunnu leggjast á goymslu á fríøki.

x

Føroya kunngerðasavn A og B

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Føroya kunngerðasavn A og B
https://timarit.is/publication/27

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.