Føroya kunngerðasavn A og B


Føroya kunngerðasavn A og B - 31.05.1996, Blaðsíða 15

Føroya kunngerðasavn A og B - 31.05.1996, Blaðsíða 15
99 Stk. 10. Stovnan av íðnaðarvirksemi kann bert fremjast á fríøki við loyvi frá landsstýrinum. í slíkum málum skal landsstýrið leita sær ummæli frá Toll- og Skattstovuni, áðrenn loyvi verður givið.« 3) í § 33 verður »fríhavnsøki« broytt til »Møki ella frígoymslu«. §2. Hendan lóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunn- gjørd. Tórshavn, 20. mai 1996 Edmund Joensen (sign.) løgmaður / Jóannes Eidesgaard (sign.) Nr. 58 20. mai Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um skrásetingargjald av motorakførum. Samsvarandi samtykt Føroya Løgtings staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg: §L f løgtingslóg nr. 175 frá 18. desember 1992 um skrá- setingargjald á motorakfør v.m. við seinni broyting- um verða gjørdar hesar broytingar: 1) § 2, stk. 1 verður orðað soleiðis: »Tað avgjaldssskylduga virðið á einum akfari við allari vanligari útgerð og eykaútgerð er van- ligi søluprísurin her í landinum, tá ið skráseting fer fram, íroknað mvg, men ikki avgjald eftir hesari lóg. Avgjaldsskylduga virðið eftir pkt. 1 er tó í minsta lagi mvg-skylduga søluvirðið hækkað við 20%, men uttan vinning og 20%, tá ið talan er um akfør sambært § 8. Serstøk trygdarútgerð, sum er luftpútur (»airbags«), ABS-bremsur, trygdarselar við hurðamar aftan, høgrasíðuspegil at stilla innan, bakrútsviskari, er ikki partur av avgjaldsskylduga virðinum. Landsstýrið fær heimild til við kunngerð at áseta frádráttin og neyvari reglur í samband við trygdarútgerð. 2) § 11 verður orðað soleiðis: Motorsúkklur. Virðisgjald: 50 cm3 og undir 10% yvir 50 cm3 100%. §2. Hendan lóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, og fer samstundis higartil galdandi danski lógarteksturin úr gildi. Broytingamar verða galdandi fyri tey akfør, ið verða skrásett frá og við hesum degi. Tórshavn, 20. mai 1996 Edmund Joensen (sign.) løgmaður / Jóannes Eidesgaard (sign.)

x

Føroya kunngerðasavn A og B

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Føroya kunngerðasavn A og B
https://timarit.is/publication/27

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.