Føroya kunngerðasavn A og B


Føroya kunngerðasavn A og B - 31.05.1996, Blaðsíða 17

Føroya kunngerðasavn A og B - 31.05.1996, Blaðsíða 17
101 Nr. 61 20. mai Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um trygdargrunnin fyri avreiðingar og lønir v.m. Samsvarandi samtykt Føroya Løgtings staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg: §L f løgtingslóg nr. 68 frá 9. juni 1988 um trygdargrunn fyri avreiðingar og lønir v.m. við seinni broytingum verður gjørd hendan broyting: § 7, stk. 4 verður orðað soleiðis: »Arbeiðsgevaragjaldið og rentur eftir hesi lóg og innkrevjingarkostnaður av hesum kunnu krevjast inn við panting.« §2. Henda lóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunn- gjørd. Tórshavn, 20. mai 1996 Edmund Joensen (sign.) løgmaður / Axel H. Nolsøe (sign.) Nr. 62 20. mai Løgtingslóg um avgjøld í samband við panting. Samsvarandi samtykt Føroya Løgtings staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg: § 1. Fyri pantingar, framdar av Føroya Gjaldstovu, verður kravt eitt grundgjald uppá kr. 300. Er kravið kr. 3.000 ella hægri, verður umframt kravt 'h% av restkravinum í grundgjaldi. Stk. 2. Verður pantað samstundis fyri fleiri krøv hjá sama skuldara, verða krøvini løgd saman, áðrenn av- gjaldið verður roknað. Stk. 3. Verður pantað fyri sama krav hjá fleiri skuld- arum, verður avgjald roknað fyri hvønn skuldara. Hetta er tó ikki galdandi, um skuldaramir eru sam- búgvandi hjúnafelagar, ella tá pantað verður í fastari ogn, sum skuldaramir eiga í felag. § 2. Um pantingin heilt ella partvíst verður framd uttan fyri skrivstovu pantifútans, ella skuldarin verð- ur politiframførdur, verður eisini kravt eitt eykagjald uppá kr. 400. Stk. 2. Verður ein av teimum í stk 1 nevndu rættar- gerðum framd fyri fleiri krøv hjá sama skuldara, skal bert eitt eykagjald roknast. Stk. 3. Fyri eykagjald em somu reglur galdandi sum í § 1, stk. 3. § 3. Avgjald eftir § 1 verður roknað, tá komuboðið verður sent. Stk. 2. Avgjald eftir § 2 verður roknað, tá pantingin verður framd. Stk. 3. Avgjøld, sum verða roknað sum ein prosent- partur, verða avmndað upp til næsta krónutal, sum kann býtast við 10. Stk. 4. Avgjøld eftir §§ 1 og 2 kunnu bert verða rokn- að eina ferð fyri sama krav hjá sama skulđara. § 4. Avgjøld, ið ikki verða goldin beinanvegin, kunnu pantast av Føroya Gjaldstovu eftir reglunum fyri inn- krevjing av skattum og avgjøldum. Stk. 2. Avgjøld, ið ikki verða goldin beinanvegin, kunnu verða eftirhilđin í A-inntøku skuldarans eftir reglunum fyri eftirhald í § 136 í samtíðarskattalógini. Stk. 3. Føroya Gjaldstova kann í serligum fømm eftirgeva avgjaldið. § 5. Henda lóg fær gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, og samstundis fer løgtingslóg nr. 10 frá 10. apríl 1953 um gjøld av panting úr gildi. Tórshavn, 20. mai 1996 Edmund Joensen (sign.) løgmaður / Jóannes Eidesgaard (sign.)

x

Føroya kunngerðasavn A og B

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Føroya kunngerðasavn A og B
https://timarit.is/publication/27

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.