Føroya kunngerðasavn A og B


Føroya kunngerðasavn A og B - 31.05.1996, Blaðsíða 33

Føroya kunngerðasavn A og B - 31.05.1996, Blaðsíða 33
117 Nr. 73 20. mai Løgtingslóg um studning til skipasmiðjur. Samsvarandi samtykt Føroya Løgtings staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg: § 1. Til fulla ella partvísa endurrinding av farma- gjaldsútreiðslunum av tilfari til bygging av flótandi eindum verður landsstýrinum heimilað av árligu játt- anini á fíggjarlógini at lata skipasmiðjuni í studningi upp til 4,5% av sáttmálaprísinum. Stk. 2. Til fulla ella partvísa endurrinding av farma- gjaldsútreiðslunum av tilfari til umbygging av teim- um í stk. 1 nevndu flótandi eindum verður landsstýr- inum heimilað av árligu játtanini á fíggjarlógini at lata skipasmiðjuni í studningi upp til 4,5% av um- byggingarkostnaðinum, tá umbyggingin er 3 mió. kr. ella meira. § 2. Til fulla ella partvísa endurrinding av innflutn- ingsgjøldum av tilfari til bygging av flótandi eindum í Føroyum verður landsstýrinum heimilað av árligu játtanini á fíggjarlógini at lata skipasmiðjuni í studn- ingi upp til 3,5% av sáttmálaprísinum. Stk. 2. Til fulla ella partvísa endurrinding av innflutn- ingsgjøldum av tilfari til umbygging av flótandi eind- um í Føroyum verður landsstýrinum heimilað av ár- ligu játtanini á fíggjarlógini at lata skipasmiðjuni í studningi upp til 3,5% av umbyggingarkostnaðinum, um umbyggingarkostnaðurin verður 3 mió. kr. ella meira. § 3. Studningur verður veittur eftir umsókn. Lands- stýrið ásetur í kunngerð nærri reglur hesum viðvíkjandi, herundir hvussu og nær studningurin kann verða veittur. § 4. Henda lóg fær gildi frá 1. januar 1996. Stk. 2. Samstundis fara úr gildi §§ 3 og 4 í løgtingslóg nr. 38 frá 20. mai 1988 um stuðul til bygging av fiski- skipum á føroyskum skipasmiðjum til útflutnings, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 83 frá 13. juni 1995, § 9 í løgtingslóg nr. 102 ffá 19. august 1988 um endumýgging av fiskiskipaflotanum, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 83 frá 13. juni 1995, §§ 2 og 3 í løgtingslóg nr. 83 frá 9. juni 1990 um stuðul til bygging av farmaskipum, sum seinast broytt við løg- tingslóg nr. 83 frá 13. juni 1995 og løgtingslóg nr. 47 frá 8. mai 1991 um stuðul til bygging av skipum, bátum og flótandi eindum til alivinnuna á føroyskum virkjum. Stk. 3. Tilsøgnir um stuðul, givnar, áðrenn henda lóg kemur í gildi, verða viðgjørdar eftir higartil galdandi lóggávu. Tórshavn, 20. mai 1996 Edmund Joensen (sign.) løgmaður / Ivan Johannesen (sign.)

x

Føroya kunngerðasavn A og B

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Føroya kunngerðasavn A og B
https://timarit.is/publication/27

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.