Føroya kunngerðasavn A og B


Føroya kunngerðasavn A og B - 31.05.1996, Blaðsíða 21

Føroya kunngerðasavn A og B - 31.05.1996, Blaðsíða 21
105 Nr. 65 20. mai Løgtingslóg um sjónvarp. Samsvarandi samtykt Føroya Løgtings staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg: § 1. Landið hevur einkarrætt til sjónvarpssendingar. Stk. 2. Gjørt verður sendinet og sjónvarpsstova. Landsstýrinum verður heimilað at taka tørvandi lán til tess. Stk. 3. Stovnurin verður nevndur: Sjónvarp Føroya. Stk. 4. Sjónvarp Føroya hevur til endamáls at hava objektivan, sakligan og upplýsandi tíðindaflutning og sendingar annars, ið varðveita og fjálga um føroyska mentan, átrúnað og siðlæru. § 2. Eftir tilmæli frá sjónvarpsnevndini setir lands- stýrið í starv ella loysir úr starvi fyristøðumann, ið hevur dagliga leiðslu sjónvarpsins um hendi eftir reglugerð, ið landsstýrið fyrisetir. Stk. 2. Landsstýrið setir starvsfólk sjónvarpsins eftir tilmæli fyristøðumansins. Lønir hjá fyristøðumanni og starvsfólki verða ásettar av landsstýrinum. § 3. Telefonverk Føroya Løgtings hevur sendinetið um hendi. Stk. 2. Nýbygging verður fýriskipað av landsstýrin- um og goldin av landskassanum. Raksturin verður borin av sjónvarpinum. § 4. Til sjónvarpið skal gjald rindast av hvørjum sjón- varpsmóttakara í landinum og umborð á skipum, ið eru skrásett í Føroyum. Stk. 2. Landsstýrið fyrisetir gjaldið fyri eitt ár í senn. Stk. 3. Eingin má seta sjónvarpsmóttakara til, fyrr enn hann er fráboðaður Sjónvarpi Føroya og gjaldið goldið. Sjónvarpsmóttakari, sum ikki er fráboðaður, kann koma undir konfiskatión og verður seldur til frama fyri sjónvarpið. Stk. 4. Landsstýrinum er heimilað at fyriseta gjøllari reglur um gjaldskyldu og innheinting av gjøldum, innsigling av móttakarum íyri eftirstøður og panting. Stk. 5. Landsstýrið kann treyta teimum, ið selja ella leiga sjónvarpsmóttakara, at uppgeva, hvørjum teir selja ella leiga sjónvarpsmóttakara. Stk. 6. Eigari av sjónvarpsmóttakara, sum selir ella á annan hátt letur hann av hendi, skal samstundis boða sjónvarpinum frá og uppgeva navn keyparans ella móttakarans og bústað teirra. Stk. 7. Skiftir eigari bústað, skal hann samstundis boða sjónvarpinum frá. Stk. 8. í serstøkum førum kann landsstýrið gera und- antak frá at lata gjald. § 5. Fyristøðumaðurin ger uppskot til góðkenningar til fíggjarætlan fyri fíggjarárið og sendir landsstýr- inum uppskotið. Stk. 2. Inntøkur sjónvarpsins verða bert at nýta til sj ón varpsendamál. § 6. Fyri sjónvarpið verður lóg nr. 11 ffá 14. februar 1957 um útvarpsnevnd, sum hon er og verður broytt at galda tilsvarandi, eins og reglugerð um starv útvarpsnevndarinnar. Formaðurin í útvarpsnevndini er eisini formaður í sjónvarpsnevndini, hinir limimir í útvarpsnevndini kunnu ikki samstundis verða limir í sjónvarpsnevndini. § 7. Sjónvarpið hevur sama rætt sum telefonverkið at leggja tørvandi leidningar í jørð og til bygningar. Ongum er heimilað at leggja nýggjar leidningar, so teir nerva leidningar sjónvarpsins ella tól, sum standa í samband við teir. Stk. 2. Landsstýrið avger stríð um tflík mál. § 8. Hevur persónur ella kommuna elleidningar ella tól, sum skapa trupulleikar fyri nýtslu sjónvarpsins, er sjónvarpinum heimilað fyri rokning eigarans at gera tørvandi fyriskipanir at byrgja fyri tflíkum. Stk. 2. Tað er loyvt eftirliti sjónvarpsins í eftirlits- ørindum at fara um annan mans grund og inn í hús, men má tá sigast frá frammanundan. Stk. 3. Kunngerð viðvíkjandi útvarpsóljóði verður eisini at galda fyri sjónvarpið. Somuleiðis verður eftirlit útvarpsins eisini at umfata sjónvarpið. § 9. í kirkjur, sjónleikarhús, samkomuhús, skúlar, veitingarhús og rúm, sum annars verða nýtt til almennar skemtanar ella fundir, skal sjónvarpinum verða heimilað uttan endurgjald at leggja tørvandi leidningar í sjónvarpsendamáli. Stk. 2. Heimilað er sjónvarpinum at sleppa at upptaka og varpa út uttan endurgjald, tó eftir loyvi leiðslunnar: a) gudstænastur og fyrilestrar, sum tað almenna stflar fyri ella gevur studning til, b) almennar fundir. § 10. Felagsantennuútbúnaður og annar kaðalútbún- aður, ætlaður at veita sjónvarpssendingar til privatar íbúðir, eru bert loyvdar at endurgeva sendingar frá Sjónvarpi Føroya og beinleiðis móttiknar sendingar úr útlondum. Stk. 2. Sendingamar verða at endurgeva óbroyttar og samstundis við, at tær verða útvarpaðar. Stk. 3. Landsstýrinum er heimilað at gera frávik frá regluni í 1. stk.

x

Føroya kunngerðasavn A og B

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Føroya kunngerðasavn A og B
https://timarit.is/publication/27

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.