Føroya kunngerðasavn A og B


Føroya kunngerðasavn A og B - 31.05.1996, Blaðsíða 22

Føroya kunngerðasavn A og B - 31.05.1996, Blaðsíða 22
106 §11. Brot móti hesi lóg koma undir sekt. Málini verða framd sum løgreglumál, tó so at reglumar í rættargangslógini deild 68 og 69 verða tilsvarandi nýttar sum í málum, statsadvokaturin fremur. Stk. 2. Landsstýrinum verður heimilað at royna at fremja mál um brot móti lógarin- ar § 4 sum fyrisitingarmál. § 12. (avtikin). § 13. Henda lóg kemur í gildi 1. mai 1996, og er galdandi til 31. oktober 1996. Tórshavn, 20. mai 1996 Edmund Joensen (sign.) løgmaður / Sámal Petur í Grund (sign.) Nr.66 20. mai Løgtingslóg um útvarpsnevnd. Samsvarandi samtykt Føroya Løgtings staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg: § 1. Sett verður útvarpsnevnd við 5 limum. Lands- stýrið velur hesar fyri 4 ár í senn. Landsstýrið upp- nevnir formannin limanna millum. Landsstýrið kann tó eftir tilráðing frá lurtarafeløgum, sum framman- undan hava fingið góðkenda tilráðingarheimild frá landsstýrinum, nøra um nevndina við 1 limi. Stk. 2. Samstundis verða eisini valdir 5 tiltakslimir og eftir tilráðing frá lurtarafeløgum við tilráðingarheim- ild velur landsstýrið tiltakslim fyri møguligan eyka- lim. § 2. Útvarpsnevndin tekur avgerð um, hvussu dags- skrá útvarpsins skal skipast í høvuðsevnum, og góð- kennir hana, innan hon verður kunngjørd. Nevndin fyrisetir reglur, ið hon heldur vera neyðugar við tí endamáli, at tað, sum útvarpað verður, hevur fjøl- broytt, mentunnarligt og upplýsandi innihald, og at hugsunarfrælsi, rættsinni og javnaður móti øllum flokkum og stevnum í almennum málum, vinnu- stevnum, feløgum og einstakum monnum skulu ráða í útvarpinum. Stk. 2. Landsstýrið setir í reglugerð gjølligari skipanir um starv útvarpsnevndarinnar. Limimir fáa samsýn- ing og ferðaútreiðslur goldnar eftir reglum, sum landsstýrið fyrisetir. § 3. Útvarpsnevndin kemur saman á fund regluliga eina ferð um mánaðin og annars so ofta, tørvur er á. Formaðurin boðar til fundar. Hann hevur skyldu at boða til eykafundar, tá fyristøðumaður útvarpsins ella tveir menn úr útvarpsnevndini krevja tað. Stk. 2. Fundur er samtyktarfømr, um meiriluti av lim- unum er á fundi. Stk. 3. Útvarpsfyristøðumaðurin hevur sæti á fundum útvarpsnevndarinnar og hevur har rætt at fáa orðið og seta fram uppskot, men hevur ikki atkvøðurætt. Hann skal seta fram uppskot til dagsskrá, hamndir uppskot til fyrilestrar og samtalur og musikk og sangútvarp. § 4. Útvarpsnevndin tekur ikki seinni enn 1. septem- ber avgerð um høvuðsevni fyri dagsskrá fyri oktober- mars og ikki seinni enn 1. mars viðvíkjandi dagsskrá fyri apríl-september. Stk. 2. Dagsskrá skal til hvørja tíð verða samtykt í høvuðsdráttum fyri minst fýra vikur. Dagsskrá fyri hvørja viku verður útgivin ikki seinni enn fríggjadag í vikuni undan og lýst í útvarpinum fríggjadag undan. § 5. Um maður, ið flyta skal útvarpsevni, fær forfall, ella aðrar ófyrisæddar umstøður gera broytingar neyðugar av dagsskrá, skipar útvarpsfyristøðumað- urin so vítt gjørligt í samráð við formannin fyri útvarpsnevndini fyri dagsskrá á besta hátt samsvar- andi teimum høvuðslinjum, nevndin hevur samtykt.

x

Føroya kunngerðasavn A og B

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Føroya kunngerðasavn A og B
https://timarit.is/publication/27

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.