Føroya kunngerðasavn A og B


Føroya kunngerðasavn A og B - 31.05.1996, Blaðsíða 32

Føroya kunngerðasavn A og B - 31.05.1996, Blaðsíða 32
116 Nr. 72 20. mai Løgtingslóg um varðveiting av fjølbroyttum fiskiflota. Samsvarandi samtykt Føroya Løgtings staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg: § 1. Heimilað verður landsstýrinum av játtan á løg- tingsfíggjarlógini at útgjalda stuðul til rakstur og/ella veðhalda fyri parti av útgerðarláni, tó í mesta lagi ta til eina og hvøija tíð játtaðu upphædd á løgtingsfíggj- arlógini, til tess at varðveita fjølbroyttan fiskiflota og at gjalda fyri eygleiðaraskipanir uttanfyri føroysku landleiðimar. § 2. Stuðul til rakstur og/ella veðhald fyri parti av út- gerðarláni, kann latast fiskifari, sum alt árið ella part av árinum rekur ftskiskap uttanfyri føroysku land- leiðimar, og sum vegna vánaliga støðu í fiskastovnu- num á teimum leiðum, har fiskifarið vanliga roynir, ikki ber seg rakstrariiga, men at útlit em fyri, at fiskiskapurin kann gerast lønandi aftur, og um fiskiskapurin vegna vánalig stutttíðar útlit kann detta niðurfyri og fiskirættindini hjá Føroyum á hesum leiðum tí kunnu detta burtur. § 3. A fiskileiðum uttanfyri føroysku landleiðimar, har Føroyar sambært millumlandu avtalum ella øðr- um avtalum hava skyldu at hava eftirlit við fiskiskapi, kann landsstýrið gjalda kostnaðin av tflíkum skipa- num eftir hesi lóg. § 4. Hendan lóg fær gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Tórshavn, 20. mai 1996 Edmund Joensen (sign.) løgmaður / Ivan Johannesen (sign.)

x

Føroya kunngerðasavn A og B

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Føroya kunngerðasavn A og B
https://timarit.is/publication/27

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.