Føroya kunngerðasavn A og B


Føroya kunngerðasavn A og B - 31.05.1996, Blaðsíða 16

Føroya kunngerðasavn A og B - 31.05.1996, Blaðsíða 16
100 Nr. 59 20. mai Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um ferðslu. Samsvarandi samtykt Føroya Løgtings staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg: § L í løgtingslóg um ferðslu, smb. lógarkunngerð nr. 14 frá 2. mars 1988, sum seinni broytt við løgtingslóg nr. 2 frá 9. januar 1996 verða gjørdar hesar broytingar: 1) f § 14, stk. 3 verður »Politivaldið« broytt til »skrásetingarmyndugleikin«. 2) f § 18, stk. 9 verður sum nýtt 3. pkt. sett: »Megin- ætlan og reglur gjørdar við heimild í hesum stykki eru undantiknar lýsing.« 3) í § 18 b, stk. 4 og § 18 c, stk. 1, stk. 2 og stk. 5 verður »løgreglan« broytt til »myndugleikin, sum gevur út koyrikortini«, og í § 18 c, stk. 5 verður innsett sum nýtt 2. pkt.: »Løgreglan kann vera til hjálpar, við atliti til at taka aftur koyrikort.« 4) § 21, stk. 3 verður orðað soleiðis: »Stk. 3. Landsstýrið kann áseta, at koyrikort, sum útgivin eru í Noregi, fslandi ella í landi, sum er limur í Europeiska Samveldinum, fáa gildi her á landi, eisini eftir, at handhavarin hevur tikið bústað her. §2. Henda lóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Tórshavn, 20. mai 1996 Edmund Joensen (sign.) løgmaður / Axel H. Nolsøe (sign.) Nr. 60 20. mai Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um stuðul til nýggjar vinnur. Samsvarandi samtykt Føroya Løgtings staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg: § L í løgtingslóg nr. 17 frá 1. februar 1995 um stuðul til nýggjar vinnur, sum broytt við løgtingslóg nr. 91 frá 13. juni 1995, verður § 1, stk. 3 orðað soleiðis: »Stk. 3. Einaferð hvønn mánað ger virkið upp tær lønir, ið eru goldnar í samband við nýggja vinnu undanfama mánaðin, og sum koma undir ásetingar- nar í stk. 1. Landsstýrið gevur síðani Føroya Gjaldstovu ávísing at flyta virkinum studningin, ið er tað í stk. 4 ásetta prosentið av lønarútgjaldingunum.« §2. Henda lóg fær gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Tórshavn, 20. mai 1996 Edmund Joensen (sign.) løgmaður / Axel H. Nolsøe (sign.)

x

Føroya kunngerðasavn A og B

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Føroya kunngerðasavn A og B
https://timarit.is/publication/27

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.