Føroya kunngerðasavn A og B - 31.05.1996, Blaðsíða 6
90
Nr. 51
20. mai
Løgtingslóg
um
endurstovnan av »Menningargrunni ídnaðarins«
Samsvarandi samtykt Føroya Løgtings staðfestir og
kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1. »Menningargrunnur Idnaðarins«, ið varð stovn-
settur við løgtingslóg nr. 37 frá 26. juni 1973, sum fór
úr gildi 1. januar 1996 sambært løgtingslóg nr. 82 frá
13. juni 1995, verður endurstovnaður við hesari lóg.
§ 2. Landsstýrið velur nevnd grunsins, sum telur 3
limir og 3 tiltakslimir. Landsstýrið velur formannin
og tiitakslim hansara.
Stk. 2. Nevndin setur starvsfólk at fyriskipa dagliga
raksturin og annars ráðgeva nevndini í týðandi spum-
ingum.
§ 3. Uppgávan hjá nevnd og starvsfólki verður at
skipa fyri innkrevjing og útlánum grunsins og fyri
afturgjalding av lánum grunsins.
§ 4. Landsstýrið ásetur í kunngerð nærri reglur fyri
virksemið hjá grunninum.
§ 5. Grunnurin gevur frá sær ársroknskap og ársfrá-
greiðing um virki grunsins. Roknskapurin skal grann-
skoðast av løggildum grannskoðara.
§ 6. Grunnurin er leysur av øllum skatti til land og
kommunu.
§ 7. Heldur nevndin, at endamál gmnsins ikki er til
longur, ger nevndin tilmæli til landsstýrið um at taka
grunnin av.
Stk. 2. f hesum føri verður støða tikin um, hvussu
verða skal við ognum grunsins.
§ 8. Henda lóg fær gildi frá 1. januar 1996.
Tórshavn, 20. mai 1996
Edmund Joensen (sign.)
løgmaður
/ Axel H. Nolsøe (sign.)