Føroya kunngerðasavn A og B


Føroya kunngerðasavn A og B - 31.05.1996, Síða 6

Føroya kunngerðasavn A og B - 31.05.1996, Síða 6
90 Nr. 51 20. mai Løgtingslóg um endurstovnan av »Menningargrunni ídnaðarins« Samsvarandi samtykt Føroya Løgtings staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg: § 1. »Menningargrunnur Idnaðarins«, ið varð stovn- settur við løgtingslóg nr. 37 frá 26. juni 1973, sum fór úr gildi 1. januar 1996 sambært løgtingslóg nr. 82 frá 13. juni 1995, verður endurstovnaður við hesari lóg. § 2. Landsstýrið velur nevnd grunsins, sum telur 3 limir og 3 tiltakslimir. Landsstýrið velur formannin og tiitakslim hansara. Stk. 2. Nevndin setur starvsfólk at fyriskipa dagliga raksturin og annars ráðgeva nevndini í týðandi spum- ingum. § 3. Uppgávan hjá nevnd og starvsfólki verður at skipa fyri innkrevjing og útlánum grunsins og fyri afturgjalding av lánum grunsins. § 4. Landsstýrið ásetur í kunngerð nærri reglur fyri virksemið hjá grunninum. § 5. Grunnurin gevur frá sær ársroknskap og ársfrá- greiðing um virki grunsins. Roknskapurin skal grann- skoðast av løggildum grannskoðara. § 6. Grunnurin er leysur av øllum skatti til land og kommunu. § 7. Heldur nevndin, at endamál gmnsins ikki er til longur, ger nevndin tilmæli til landsstýrið um at taka grunnin av. Stk. 2. f hesum føri verður støða tikin um, hvussu verða skal við ognum grunsins. § 8. Henda lóg fær gildi frá 1. januar 1996. Tórshavn, 20. mai 1996 Edmund Joensen (sign.) løgmaður / Axel H. Nolsøe (sign.)

x

Føroya kunngerðasavn A og B

Beinleiðis leinki

Hvis du vil linke til denne avis/magasin, skal du bruge disse links:

Link til denne avis/magasin: Føroya kunngerðasavn A og B
https://timarit.is/publication/27

Link til dette eksemplar:

Link til denne side:

Link til denne artikel:

Venligst ikke link direkte til billeder eller PDfs på Timarit.is, da sådanne webadresser kan ændres uden advarsel. Brug venligst de angivne webadresser for at linke til sitet.