Føroya kunngerðasavn A og B


Føroya kunngerðasavn A og B - 31.05.1996, Blaðsíða 29

Føroya kunngerðasavn A og B - 31.05.1996, Blaðsíða 29
113 Nr. 71 20. mai Løgtingslóg um barnagjald til einsamallar uppihaldarar v.fl. Samsvarandi samtykt Føroya Løgtings staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg: 1. partur Forskotsvís rindan av gjaldi til uppihald av einum bami § 1. Henda lóg um bamagjald til einsamallar uppi- haldarar er givin út sambært § 1, stk. 2, nr. 7 í ríkislóg nr. 315 frá 15. mai 1995 um almannaveitingar í Før- oyum. § 2. Um bamagjaldið, ásett sambært lóggávuna um rættarstøðu bamanna, ikki er goldið forfallsdagin, kann tann persónur, sum hevur rætt til at innheinta gjaldið, biðja um, at tað verður goldið av tí almenna. Stk. 2.1 sáttmála við onnur lond kann ásetast, at eitt útlendskt gjaldsskjal kann verða javnsett við eitt før- oyskt, danskt og grønlendskt gjaldsskjal í samband við forskotsvísari rindan av bamagjaldi. Fyritreytin fyri javnseting er, at skjalið í viðkomandi landi kann verða nýtt sum grundarlag fyri rættiligari innheintan av bamagjaldi. § 3. Gjald kann verða rindað forskotsvfs, til bamið fyllir 18 ár. Stk. 2. Rætturin til at fáa gjaldið forskotsvíst rindað er treytaður av: 1) at bamið, ella tann av foreldmnum, sum hevur foreldramyndugleikan yvir baminum, hevur danskan heimarætt ella sambært reglur, ásettar av landsstýrinum, er javnsettur við heimafólkið, ella er fevndur av einum sáttmála um rindan av gjøld- um av hesum slagi, 2) at bamið er búsitandi í Føroyum, 3) at bamið ikki er gift, 4) at bamið ikki er sett heiman sambært bamafor- sorgarlógini ella á einum stovni, sum er góðkendur sambært forsorgarlóg- ini, ella á anna hátt verður uppihildið við almenn- um stuðli, 5) at tann, sum gjaldið skal rindast til, hevur fastan bústað í Føroyum, 6) at tann, sum gjaldið skal rindast til, ikki býr sam- an við gjaldsskylduga. § 4. Verður biðið um at fáa gjald útgoldið fyri tíðina frammanundan dagsetingini á gjaldsskjalinum, kann gjaldið verða útgoldið hálvárliga í tann mun, sum treytimar hava verið loknar á teimum hálvárligu for- fallsdøgunum, sum høvdu komið, um gjaldsskjalið hevði verið til við byrjanini av gjaldstíðarskeiðnum. § 5. Gjald kann verða kravt útgoldið forskotvís við tí upphæddini, sum er ásett sambært lógini um rættar- støðu bamanna, tó í mesta lagi við eini upphædd, ið svarar til tað vanliga gjaldið, sum er 8.028 kr. árliga. § 6. Um tær í § 3 nevndu treytir em loknar, kunnu serstøk gjøld, sum em ásett sambært lógini um rættar- støðu bamanna til útreiðslur í samband við føðingina og uppihald til móðirinnar undan og aftaná føðingina, rindast forskotsvíst av tí almenna við upp til 276 kr. við føðingina og 481 kr. um mánaðin til uppihald móðirinnar undan og aftaná føðingina. Stk. 2. Um tær í § 3 nevndu treytir em loknar, kunnu serstøk gjøld, sum eru ásett sambært lógina um rætt- arstøðu bamanna til útreiðslur í samband við bamsins dóp, konfirmatión, sjúku ella jarðarferð ella av øðmm serligum orsøkum, rindast forskotsvíst av tí almenna við eini upphædd, sum liggur innanfyri tað markið, sum háyvirvaldið setir. § 7. Tá tað verður mett neyðugt í mun til tarv bamanna, kann gjaldið verða rindað fyri styttri tíðarskeið í senn enn ásett í gjaldsskjalinum. § 8. Rætturin til at krevja gjald útgoldið forskotsvíst stendur við til og við ársdagin fyri forfallsdegnum fyri gjaldinum. Stk. 2. Um bamið, um tað mundið eitt gjald verður kravt útgoldið forskotsvíst, verður uppihildið av tí

x

Føroya kunngerðasavn A og B

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Føroya kunngerðasavn A og B
https://timarit.is/publication/27

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.