Føroya kunngerðasavn A og B


Føroya kunngerðasavn A og B - 31.05.1996, Blaðsíða 35

Føroya kunngerðasavn A og B - 31.05.1996, Blaðsíða 35
119 Nr. 75 20. mai Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um frítíð við løn við seinri broytingum. Samsvarandi samtykt Føroya Løgtings staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg: §L í løgtingslóg nr. 30 frá 7. apríl 1986 við seinri broyt- ingum um frítíð við løn verða gjørdar hesar broyt- ingar: 1) § 5, stk. 1 verður orðað soleiðis: »Frítíðin er 30 dagar fyri fulla starvstíð í tíð- arskeiðinum 1. apríl -31. mars (innvinning- arárið). Innvinningarárið kann í staðin vera álmanakkaárið, um hetta er ásett í sáttmála millum avvarðandi partar. Er starvstíðin styttri enn fult innvinningarár, verður frítíðin sett í mun til starvstíðina.« 2) § 6 verður orðað soleiðis: »Løntakari, ið ikki hevur vunnið rætt til frítíð við løn ella frítíðarløn í 30 dagar, hevur tó rætt til at taka frí uttan løn ella frítíðarløn í upp til eini 30 dagar í einum frítíðarári.« 3) § 8. stk. 1,1. punktum verður orðað soleiðis: »Minst 24 dagar av frítíðini skulu gevast samanhangandi í tíðini 2. mai - 30. september (frítíðarskeiðið).« 4) § 8, stk. 2 verður orðað soleiðis: »Frítíð út yvir teir 24 dagamar kann verða givin uttan fyri frítíðarskeiðið, tó seinast 1. mai árið eftir.« 5) § 10, stk. 1 verður orðað soleiðis: »Arbeiðsgevarin veitir løntakaranum frítíð- arløn, ið er 12% av vunnari løn.« 6) f § 11, stk. 1, 2. punktum verður »0,75%« broytt til: »1,5%«. 7) § 2 í løgtingslóg nr. 70 frá 2. apríl 1993 fer úr gildi. §2. Henda lóg fær gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Tórshavn, 20. mai 1996 Edmund Joensen (sign.) løgmaður Axel H. Nolsøe (sign.)

x

Føroya kunngerðasavn A og B

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Føroya kunngerðasavn A og B
https://timarit.is/publication/27

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.