Føroya kunngerðasavn A og B


Føroya kunngerðasavn A og B - 31.05.1996, Blaðsíða 13

Føroya kunngerðasavn A og B - 31.05.1996, Blaðsíða 13
97 Nr. 56 20. mai Løgtingslóg um granskingarráð. Samsvarandi samtykt Føroya Løgtings staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg: § 1. Landsstýrismaðurin í granskingarmálum setir á stovn granskingarráð til frama fyri føroyska gransk- ing. Stk. 2. Navn ráðsins er Granskingarráð Føroya. Stk. 3. Virksemi granskingarráðsins fevnir um nátt- úruvísindi, teknisk vísindi, fiskivinnu-, landbúnaðar- og umhvørvisvísindi, samfeiagsvísindi, hugvísindi og læknafrøðilig vísindi. § 2. Granskingarráðið hevur hesar uppgávur: at ráðgeva landsstýri og løgtingi í granskingar- politiskum spumingum, at fylgja við menningini innan føroyska og mill- umtjóða gransking - og gera kanningar og uppskot undan politiskari støðutakan, at seta fram sjónarmið, tá granskingartiltøk skulu leggjast til rættis og samskipast, og tá almenn- ar játtanir skulu gerast við granskingarenda- málum fyri eyga, at ráðgeva í sambanđi við fyrireiking og skipan av granskingarlóggávu, at ráðgeva í spumingum um, hvussu granskingin kann gerast gagnlig fyri samfelagið - bæði á almenna og privata økinum, at taka stig til uppskot um loysn av aktuellum granskingarpolitiskum spumingum og evnum, at ráðgeva í sambandi við gagnnýtslu av gransk- ingarúrslitum og útbúgving av granskarum at viðgera umsóknir um granskingarstuðul og at geva landsstýrinum tilmæli til, hvøijum eigur at verða latin granskingarstuðul av tí peningi, ið settur er av til endamálið á løgtingsfíggjar- lógini. § 3. Granskingarráðið er sett saman av einum for- manni og 6 limum, sum em tilnevndir av landsstýris- manninum í granskingarmálum út frá persónligu eginleikum teirra. Stk. 2. Limimir í ráðnum skulu vera granskarar ella granskingarkønir, og skulu so vítt gjørligt umboða ymisku granskingarøkini í landinum. I minsta lagi helmingurin av limunum skal vera virknir granskarar. Stk. 3. Formaðurin og limimir í ráðnum kunnu ikki sita longri í ráðnum 2 skeið í senn. § 4. Granskingarráðið ger sjálvt fundarskipan sína, sum skal góðkennast av landsstýrismanninum í granskingarmálum. 8 5. Landsstýrismaðurin í granskingarmálum kann áseta nærri reglur um virksemi granskingarráðsins. § 6. Flenda lóg kemur í gildi 29. juli 1996. Tórshavn, 20. mai 1996 Edmund Joensen (sign.) løgmaður / Eilif Samuelsen (sign.)

x

Føroya kunngerðasavn A og B

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Føroya kunngerðasavn A og B
https://timarit.is/publication/27

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.