Føroya kunngerðasavn A og B - 31.05.1996, Blaðsíða 1
UMPRENT
85
Kunngerðablaðið A
1996 Hefti 9
ISSN 0907-905X
Nr. 50
20. mai
Løgtingslóg
um
broyting í løgtingslóg um vinnuligan fiskiskap.
Samsvarandi samtykt Føroya Løgtings staðfestir og
kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ L
f løgtingslóg nr. 28 frá 10. mars 1994 um vinnuligan
fiskiskap við seinni broytingum verða gjørdar hesar
broytingar:
1) § 2, stk. 4. verður orðað soieiðis:
»Stk. 4. Landsstýrið setir eina skipanamevnd við um-
boðum frá vinnuni, Fiskirannsóknarstovuni, fiski-
vinnuumsitingini og fiskiveiðueftirlitinum, sum á
hvørjum ári, út frá tilmæli frá Fiskirannsóknarstovuni
og Stovnsrøktamevndini, metir um, at ásetta fiski-
dagatalið fyri hvønn bólk av fiskiførum tryggjar, at
stovnamir verða gagnnýttir burðardygt, og um skip-
anin við fiskidøgum og stongdum økjum yvirhøvur
tryggjar, at endamálini í hesi lóg verða rokkin.
Nevndin verður vald fyri 4 ár í senn og ger landsstýr-
ið reglugerð um val og virki nevndarinnar.«
2) Nýggj § 4, stk. 4 verður soljóðandi:
»Stk. 4. Innara fiskidagaleiðin er sjógvurin innanfyri
beinar linjur drignar gjøgnum hesi tilskilaðu støð í
hesi raðfylgju:
1) 62°47’00” N,
07°12’00” W.
2) 62°47’30” N,
06°30’00” W.
3) 62°42’00” N,
06°00’00” W.
4) 62°28’00” N,
05°00’00” W.
5) 62°00’00” N,
04°51’00” W.
6) 61°30’00” N,
04°50’00” W.
7) 61°15’00” N,
05°00’00” W.
8) 61°15’00” N,
06°00’00” W.
9) 60°35’00” N,
06°09’00” W.
10) 60°26’00” N,
06°10’00” W.
11) 60°26’00” N,
06°32’00” W.
12) 60°35’00” N,
06°35’00” W.
13) 61°23’00” N,
07°30’00” W.
14) 61°25’25” N,
08°01’00” W.
15) 61°32’48” N,
08°20’30” W.
16) 61°49’00” N,
08°41’48” W.
17) 62°15’00” N,
08°4i’48” W.
18) 62°35’00” N,
08°00’00” W.«
3) Nýggj § 4, stk. 5 verður soljóðandi:
»Stk. 5. Ytra fiskidagaleiðin er sjógvurin millum 200
fjórðinga sjómarkið og innam fiskidagaleiðina ásett í
stk 4, tó verður Føroya Banki ikki tikin við.«
4) Verandi § 4, stk. 4 verður § 4, stk. 6
5) § 5 verður orðað soleiðis:
»§ 5. Mest lovvda veiða (MLV) sambært hesi lóg er
tað tal og/ella tann nøgd í tonsum, mnd vekt, av fiski
og dýrasløgum, sum veiðast kann í einum fiskiári úr
ávísum fiskastovni á føroysku landleiðunum. Veiðu-
evnið hjá fiskifari er veiðitrýstið hvørt ftskifar fremur
hvønn fiskidag.
Stk. 2. Heildarkvota sambært hesi lóg er tann nøgd
av fiski í tonsum, mnd vekt, sum fiskifør undir før-
oyskum flaggi hava rættindi at veiða sambært árlig-
um semjum í millumlanda-fiskivinnunevndum og
sambært árligum avtalum eftir sínámillum fiski-
vinnusáttmálum við onnur lond.
Stk. 3. Veiðulovvi sambært hesi lóg er góðkenning, ið
Føroya Landsstýri veitir ávísum fiskifari at veiða á
føroysku landleiðunum og á leiðum uttanfyri før-
oysku landleiðimar.
Stk. 4. Fiskilovvi sambært hesi lóg er tann rættur,
sum Føroya Landsstýri hevur latið eigara av ávísum
fiskifari, sum hevur veiðuloyvi sambært stk. 3, at
veiða ávíst fiskidagatal og/ella ávísa nøgd úr ávísum
fiskastovnum á ávísum leiðum í ávísum fiskiári.