Føroya kunngerðasavn A og B


Føroya kunngerðasavn A og B - 31.05.1996, Qupperneq 1

Føroya kunngerðasavn A og B - 31.05.1996, Qupperneq 1
UMPRENT 85 Kunngerðablaðið A 1996 Hefti 9 ISSN 0907-905X Nr. 50 20. mai Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um vinnuligan fiskiskap. Samsvarandi samtykt Føroya Løgtings staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg: § L f løgtingslóg nr. 28 frá 10. mars 1994 um vinnuligan fiskiskap við seinni broytingum verða gjørdar hesar broytingar: 1) § 2, stk. 4. verður orðað soieiðis: »Stk. 4. Landsstýrið setir eina skipanamevnd við um- boðum frá vinnuni, Fiskirannsóknarstovuni, fiski- vinnuumsitingini og fiskiveiðueftirlitinum, sum á hvørjum ári, út frá tilmæli frá Fiskirannsóknarstovuni og Stovnsrøktamevndini, metir um, at ásetta fiski- dagatalið fyri hvønn bólk av fiskiførum tryggjar, at stovnamir verða gagnnýttir burðardygt, og um skip- anin við fiskidøgum og stongdum økjum yvirhøvur tryggjar, at endamálini í hesi lóg verða rokkin. Nevndin verður vald fyri 4 ár í senn og ger landsstýr- ið reglugerð um val og virki nevndarinnar.« 2) Nýggj § 4, stk. 4 verður soljóðandi: »Stk. 4. Innara fiskidagaleiðin er sjógvurin innanfyri beinar linjur drignar gjøgnum hesi tilskilaðu støð í hesi raðfylgju: 1) 62°47’00” N, 07°12’00” W. 2) 62°47’30” N, 06°30’00” W. 3) 62°42’00” N, 06°00’00” W. 4) 62°28’00” N, 05°00’00” W. 5) 62°00’00” N, 04°51’00” W. 6) 61°30’00” N, 04°50’00” W. 7) 61°15’00” N, 05°00’00” W. 8) 61°15’00” N, 06°00’00” W. 9) 60°35’00” N, 06°09’00” W. 10) 60°26’00” N, 06°10’00” W. 11) 60°26’00” N, 06°32’00” W. 12) 60°35’00” N, 06°35’00” W. 13) 61°23’00” N, 07°30’00” W. 14) 61°25’25” N, 08°01’00” W. 15) 61°32’48” N, 08°20’30” W. 16) 61°49’00” N, 08°41’48” W. 17) 62°15’00” N, 08°4i’48” W. 18) 62°35’00” N, 08°00’00” W.« 3) Nýggj § 4, stk. 5 verður soljóðandi: »Stk. 5. Ytra fiskidagaleiðin er sjógvurin millum 200 fjórðinga sjómarkið og innam fiskidagaleiðina ásett í stk 4, tó verður Føroya Banki ikki tikin við.« 4) Verandi § 4, stk. 4 verður § 4, stk. 6 5) § 5 verður orðað soleiðis: »§ 5. Mest lovvda veiða (MLV) sambært hesi lóg er tað tal og/ella tann nøgd í tonsum, mnd vekt, av fiski og dýrasløgum, sum veiðast kann í einum fiskiári úr ávísum fiskastovni á føroysku landleiðunum. Veiðu- evnið hjá fiskifari er veiðitrýstið hvørt ftskifar fremur hvønn fiskidag. Stk. 2. Heildarkvota sambært hesi lóg er tann nøgd av fiski í tonsum, mnd vekt, sum fiskifør undir før- oyskum flaggi hava rættindi at veiða sambært árlig- um semjum í millumlanda-fiskivinnunevndum og sambært árligum avtalum eftir sínámillum fiski- vinnusáttmálum við onnur lond. Stk. 3. Veiðulovvi sambært hesi lóg er góðkenning, ið Føroya Landsstýri veitir ávísum fiskifari at veiða á føroysku landleiðunum og á leiðum uttanfyri før- oysku landleiðimar. Stk. 4. Fiskilovvi sambært hesi lóg er tann rættur, sum Føroya Landsstýri hevur latið eigara av ávísum fiskifari, sum hevur veiðuloyvi sambært stk. 3, at veiða ávíst fiskidagatal og/ella ávísa nøgd úr ávísum fiskastovnum á ávísum leiðum í ávísum fiskiári.

x

Føroya kunngerðasavn A og B

Direct Links

Hvis du vil linke til denne avis/magasin, skal du bruge disse links:

Link til denne avis/magasin: Føroya kunngerðasavn A og B
https://timarit.is/publication/27

Link til dette eksemplar:

Link til denne side:

Link til denne artikel:

Venligst ikke link direkte til billeder eller PDfs på Timarit.is, da sådanne webadresser kan ændres uden advarsel. Brug venligst de angivne webadresser for at linke til sitet.