Føroya kunngerðasavn A og B


Føroya kunngerðasavn A og B - 31.05.1996, Blaðsíða 38

Føroya kunngerðasavn A og B - 31.05.1996, Blaðsíða 38
122 Nr. 79 28. mai KUNNGERÐ um friðing av ósanum við Leynar. Við heimild í § 9, stk. 3 í løgtingslóg nr. 28 frá 10. mars 1994 um vinnuligan fiskiskap við seinni broyt- ingum, hevur landsstýrið fyrisett: § 1. Frá 15. juni til 1. oktober er øll fiskiveiða bannað í ósanum við Leynar - frá sjónum og niðan til laksa- trappumar - og á sjónum innanfyri eina linju millum Stóruurð í Leynum og Slýggjhellugjógv á Stykkinum 100 m úr landi. Stk. 2. Fiskirannsóknarstovan fær heimild til at taka merktan laks við ljósi í áum, sum renna í Leynavatn og Mjáuvøtn frá 15. august og at kasta nót við áar- munnamar á Leynavatni og Mjáuvøtnum frá 1. okto- ber. A sama hátt verður loyvt Fiskirannsóknarstovuni at taka lívfisk. § 2. Henda kunngerð fær gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, og fer úr gildi aftur 1. oktober 2000. FØROYA LANDSSTÝRI, 28. mai 1996 Eilif Samuelsen (sign.) landsstýrismaður / Ulla Svarrer Wang (sign.)

x

Føroya kunngerðasavn A og B

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Føroya kunngerðasavn A og B
https://timarit.is/publication/27

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.