Føroya kunngerðasavn A og B - 31.05.1996, Page 38
122
Nr. 79
28. mai
KUNNGERÐ
um
friðing av ósanum við Leynar.
Við heimild í § 9, stk. 3 í løgtingslóg nr. 28 frá 10.
mars 1994 um vinnuligan fiskiskap við seinni broyt-
ingum, hevur landsstýrið fyrisett:
§ 1. Frá 15. juni til 1. oktober er øll fiskiveiða bannað
í ósanum við Leynar - frá sjónum og niðan til laksa-
trappumar - og á sjónum innanfyri eina linju millum
Stóruurð í Leynum og Slýggjhellugjógv á Stykkinum
100 m úr landi.
Stk. 2. Fiskirannsóknarstovan fær heimild til at taka
merktan laks við ljósi í áum, sum renna í Leynavatn
og Mjáuvøtn frá 15. august og at kasta nót við áar-
munnamar á Leynavatni og Mjáuvøtnum frá 1. okto-
ber. A sama hátt verður loyvt Fiskirannsóknarstovuni
at taka lívfisk.
§ 2. Henda kunngerð fær gildi dagin eftir, at hon er
kunngjørd, og fer úr gildi aftur 1. oktober 2000.
FØROYA LANDSSTÝRI, 28. mai 1996
Eilif Samuelsen (sign.)
landsstýrismaður
/ Ulla Svarrer Wang (sign.)