Føroya kunngerðasavn A og B


Føroya kunngerðasavn A og B - 31.05.1996, Blaðsíða 30

Føroya kunngerðasavn A og B - 31.05.1996, Blaðsíða 30
114 almenna, ella foreldur tess búgva saman um hetta mundið, ella móðirin býr saman við tí gjaldsskyld- uga, kann gjald einans útgjaldast fyri tíðina inntil al- menna umsorganin ella samlívið byijar. § 9. Umbøn um forskotsvísa útgjalding av uppihalds- gjaldi verður latin inn til Almannastovuna. Stk. 2. Gjaldið verður útgoldið forskotsvíst av Føroya Gjaldstovu, sum eisini røkir innheintingina eftir reglunum í § 10. Stk. 3. Gjaldið er skattskyldug inntøka hjá baminum. § 10. Tá eitt gjald verður útgoldið forskotsvíst, ígong- ur tað almenna í rættin til at innheinta gjaldið. Hesin rætturin er í mun til tað almenna undir vanligari 20 ára fyming. Stk. 2. Innheinting fer fram eftir reglunum í lóg um innheinting av uppihaldsgjøldum við fylgjandi broytingum: 1) Føroya Gjaldstova fremur panting eftir reglunum um innkrevjing av skattum og avgjøldum. 2) Lønarafturhald fer fram á sama hátt sum lønar- afturhald eftir § 136, stk. 1 í skattalógini. 3) Avgerð kann ikki takast um avsiting fyri gjøld, sum viðvíkja einum tíðarskeiði sum er meira enn 1 ár frammanfyri tað tíðarskeiðið, tá forskotsvísa útgjaldingin er farin fram. Stk. 3. Tá gjald er útgoldið forskotsvíst, yvirtekur landskassin fyri eina upphædd, sum svarar til skyldug gjøld, rættin hjá tí gjaldsskylduga til útgjald av ov nógv goldnum skatti við endurgjaldi og rentum. § 11. Tað almenna skal hjá tí gjaldsskylduga royna at innheinta alla upphæddina, sum sambært resoluti- ónini eftir lógini um rættarstøðu bamanna eigur at verða rindað. Um so er, at upphæddin, sum verður innheintað er størri enn forskotsvís útgoldnu gjøldini, verður avlopsupphæddin útgoldin til tann, sum hevur rætt til at krevja bamagjaldið. § 12. Rindar ein gjaldsskyldugur til tað almenna eina upphædd til fullnað fyri forskotsvíst útgoldin gjøld, hevur hann rætt til at krevja, at upphæddin fyrst verður nýtt til fullnað fyri tann partin av gjøldunum, har avgerð er tikin um avsiting. § 13. Forskotsvís útgoldin gjøld, sum ikki em aftur- goldin av tí gjaldsskylduga, skulu eftirgevast av Almannastovuni, 1) tá einki gjald forskotsvíst er útgoldið tað síðsta árið, ella 2) tá tann gjaldsskyldugi hevur verið innsettur á stovni undir Kriminalforsorgini í útgjaldingartíð- arskeiðnum. Stk. 2. Tað er ein fyritreyt fyri eftirgeving av for- skotsvíst útgoldnum gjøldum eftir stk. 1, at tann gjaldsskyldugi ikki er fømr fyri at rinđa ta skyldugu upphæddina, uttan at honum kemur at vanta tað, sum má metast at vera neyðugt til egið ella familjunnar uppihald. § 14. Um tann gjaldsskyldugi er staddur í Danmark ella Grønlandi, verða reglumar sambært tí har gald- andi lóggávuni um innheinting av forskotsvíst útgoldnum gjøldum og um eftirgeving av slíkum gjøldum v.m. nýttar. 2. partur Gjald til børn, tá einans annað av foreldrunum livir, umframt til faðir- og móðurleys bøm v.fl. § 15. Um einans annað av foreldmm bamsins er á lívi, rindar tað almenna eitt gjald uppá 8.028 kr. árliga til bamsins uppihald. Stk. 2. Sama gjald verður rindað til eitt bam føtt uttan fyri hjúnarlag, tá faðirskapurin ikki er staðfestur. Stk. 3. Til faðir- og móðurloysingar verður rindað eitt gjald uppá 16.056 kr. árliga. § 16. Fyri gjaldið eftir § 15 em treytimar í § 3 við neyðugum tillagingum galdandi. Stk. 2. Rætt til at móttaka upphæddina hevur tann persónur, sum hevði havt rætt til at krevja eitt gjald til bamið sambært lóggávuni um rættarstøðu bamanna. Stk. 3. Er tað fyri eitt bam ásett eitt endurgjald til bamið fyri mistan uppihaldara, so kann endurgjalds- upphæddin frádragast í gjaldinum sambært § 15, um tað sambært lóggávuni um rættarstøðu bamanna er ella kundi verið ásett gjald til bamið frá einum uppi- haldara. § 17. Umbøn um gjald eftir § 15 verður latin inn til Almannastovuna. § 18. Gjaldið verður útgoldið av Føroya Gjaidstovu mánaðarliga frammanundan. Gjaldið verður útgoldið fyrstu ferð fyri mánaðin aftaná tann mánaðin, tá treyt- imar fyri at fáa gjaldið em loknar, og seinastu ferð fyri tann mánaðin, tá rætturin til gjaldið heldur uppat. Gjøld sum skulu veitast einum bami, aftaná at ein gjaldsskyldugur er deyður, verða útgoldin frá endan- um av tí tíðarskeiðnum, sum tað seinast er útgoldið gjald fyri sambært lóggávuni um rættarstøðu bam- anna. Stk. 2. Gjaldið er skattskyldug inntøka hjá baminum. § 19. Eftir kanning í hvørjum einstøkum føri kann Almannastovan veita stuðul til útreiðslur í samband við bamsins dóp, konfirmatión, sjúku og jarðarferð ella av øðmm serstakum orsøkum.

x

Føroya kunngerðasavn A og B

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Føroya kunngerðasavn A og B
https://timarit.is/publication/27

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.