Føroya kunngerðasavn A og B


Føroya kunngerðasavn A og B - 31.05.1996, Blaðsíða 34

Føroya kunngerðasavn A og B - 31.05.1996, Blaðsíða 34
118 Nr. 74 20. mai Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um búskaparráð. Samsvarandi samtykt Føroya Løgtings staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg: §1. í løgtingslóg nr. 120 ffá 12. juli 1995 um búskaparráð verða gjørdar hesar broytingar: 1) § 2 verður orðað soleiðis: »§ 2. Ráðið hevur 7 limir. Landsstýrið setur limimar eftir tilmæli frá setursráðnum á Fróðskaparsetri Føroya.« 2) § 2a verður orðað soleiðis: »§ 2a. Ráðið skipar seg við formanni. For- maðurin og tveir av hinum limunum skulu hava útbúgving sum búskaparfrøðingar.« 3) § 2b verður orðað soleiðis: »§ 2 b. Hinir 4 limimir skulu hava serkunnleika innan umráðandi øki í búskapinum.« 4) § 3 verður orðað soleiðis: »§ 3. Búskaparráðið kemur saman minst tvær ferðir um árið eftir avgerð formansins ella eftir áheitan frá 4 limum í ráðnum.« §2. Henda lóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunn- gjørd, og verður samstundis danski teksturin í lógini avtikin. Tórshavn, 20. mai 1996 Edmund Joensen (sign.) løgmaður / Jóannes Eidesgaard (sign.)

x

Føroya kunngerðasavn A og B

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Føroya kunngerðasavn A og B
https://timarit.is/publication/27

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.