Føroya kunngerðasavn A og B


Føroya kunngerðasavn A og B - 31.05.1996, Blaðsíða 31

Føroya kunngerðasavn A og B - 31.05.1996, Blaðsíða 31
115 3. partur Fyrisitingarligar ásetingar o.a. § 20. Avgerðir Almannastovunnar sambært hesi lóg kunnu innan 4 vikur kærast til Kærunevndina í Almannamálum. § 21. Tann, sum móttekur stuðul sambært hesi lóg, skal fráboða útgjaldandi myndugleikanum um broyt- ingar í egnum ella barnsins viðurskiftum, ið kunnu hava við sær, at stuðulin minkar ella fellur burtur. Stk. 2. Hevur nakar hóast betri vitan móttikið stuðul sambært lógini uttan at hava rætt til tað, skal við- komandi afturgjalda ta upphæddina, sum er fingin av órøttum. § 22. Landsstýrið kann áseta nærri reglur um fyri- sitingina av hesi lóg. § 23. Gjøld og stuðul sambært hesi lóg verða javnað eftir somu reglum, sum eru galdandi fyri almanna- veitingar annars. Stk. 2. Broyting í tí vanliga gjaldinum við gildi frá einum 1. apnl ella 1. oktober, hevur gildi fyri tey hálvársgjøldini, sum forfella aftaná hesa dagseting. § 24. Henda lóg kemur í gildi 1. januar 1997. Stk. 2. Samstundis fer úr gildi ríkislóg nr. 57 frá 15. mars 1967 sb. lógarkunngerð almannamálaráðisins nr. 99 frá 2. mars 1988 fyri Føroyar um bamagjald til einsamallar uppihaldarar v.fl., við seinni broytingum. Tórshavn, 20. mai 1996 Edmund Joensen (sign.) løgmaður Andreas Petersen (sign.)

x

Føroya kunngerðasavn A og B

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Føroya kunngerðasavn A og B
https://timarit.is/publication/27

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.