Føroya kunngerðasavn A og B - 31.05.1996, Síða 35
119
Nr. 75
20. mai
Løgtingslóg
um
broyting í løgtingslóg um frítíð við løn við seinri broytingum.
Samsvarandi samtykt Føroya Løgtings staðfestir og
kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§L
í løgtingslóg nr. 30 frá 7. apríl 1986 við seinri broyt-
ingum um frítíð við løn verða gjørdar hesar broyt-
ingar:
1) § 5, stk. 1 verður orðað soleiðis:
»Frítíðin er 30 dagar fyri fulla starvstíð í tíð-
arskeiðinum 1. apríl -31. mars (innvinning-
arárið). Innvinningarárið kann í staðin vera
álmanakkaárið, um hetta er ásett í sáttmála
millum avvarðandi partar. Er starvstíðin
styttri enn fult innvinningarár, verður frítíðin
sett í mun til starvstíðina.«
2) § 6 verður orðað soleiðis:
»Løntakari, ið ikki hevur vunnið rætt til frítíð
við løn ella frítíðarløn í 30 dagar, hevur tó
rætt til at taka frí uttan løn ella frítíðarløn í
upp til eini 30 dagar í einum frítíðarári.«
3) § 8. stk. 1,1. punktum verður orðað soleiðis:
»Minst 24 dagar av frítíðini skulu gevast
samanhangandi í tíðini 2. mai - 30. september
(frítíðarskeiðið).«
4) § 8, stk. 2 verður orðað soleiðis:
»Frítíð út yvir teir 24 dagamar kann verða
givin uttan fyri frítíðarskeiðið, tó seinast
1. mai árið eftir.«
5) § 10, stk. 1 verður orðað soleiðis:
»Arbeiðsgevarin veitir løntakaranum frítíð-
arløn, ið er 12% av vunnari løn.«
6) f § 11, stk. 1, 2. punktum verður »0,75%«
broytt til: »1,5%«.
7) § 2 í løgtingslóg nr. 70 frá 2. apríl 1993 fer úr
gildi.
§2.
Henda lóg fær gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Tórshavn, 20. mai 1996
Edmund Joensen (sign.)
løgmaður
Axel H. Nolsøe (sign.)