Føroya kunngerðasavn A og B - 31.05.1996, Qupperneq 16
100
Nr. 59
20. mai
Løgtingslóg
um
broyting í løgtingslóg um ferðslu.
Samsvarandi samtykt Føroya Løgtings staðfestir og
kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ L
í løgtingslóg um ferðslu, smb. lógarkunngerð nr. 14
frá 2. mars 1988, sum seinni broytt við løgtingslóg nr.
2 frá 9. januar 1996 verða gjørdar hesar broytingar:
1) f § 14, stk. 3 verður »Politivaldið« broytt til
»skrásetingarmyndugleikin«.
2) f § 18, stk. 9 verður sum nýtt 3. pkt. sett: »Megin-
ætlan og reglur gjørdar við heimild í hesum
stykki eru undantiknar lýsing.«
3) í § 18 b, stk. 4 og § 18 c, stk. 1, stk. 2 og stk. 5
verður »løgreglan« broytt til »myndugleikin,
sum gevur út koyrikortini«, og í § 18 c, stk. 5
verður innsett
sum nýtt 2. pkt.: »Løgreglan kann vera til hjálpar,
við atliti til at taka aftur koyrikort.«
4) § 21, stk. 3 verður orðað soleiðis:
»Stk. 3. Landsstýrið kann áseta, at koyrikort,
sum útgivin eru í Noregi, fslandi ella í landi, sum
er limur í Europeiska Samveldinum, fáa gildi her
á landi, eisini eftir, at handhavarin hevur tikið
bústað her.
§2.
Henda lóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er
kunngjørd.
Tórshavn, 20. mai 1996
Edmund Joensen (sign.)
løgmaður
/ Axel H. Nolsøe (sign.)
Nr. 60
20. mai
Løgtingslóg
um
broyting í løgtingslóg um stuðul til nýggjar vinnur.
Samsvarandi samtykt Føroya Løgtings staðfestir og
kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ L
í løgtingslóg nr. 17 frá 1. februar 1995 um stuðul til
nýggjar vinnur, sum broytt við løgtingslóg nr. 91 frá
13. juni 1995, verður § 1, stk. 3 orðað soleiðis:
»Stk. 3. Einaferð hvønn mánað ger virkið upp tær
lønir, ið eru goldnar í samband við nýggja vinnu
undanfama mánaðin, og sum koma undir ásetingar-
nar í stk. 1.
Landsstýrið gevur síðani Føroya Gjaldstovu ávísing
at flyta virkinum studningin, ið er tað í stk. 4 ásetta
prosentið av lønarútgjaldingunum.«
§2.
Henda lóg fær gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Tórshavn, 20. mai 1996
Edmund Joensen (sign.)
løgmaður
/ Axel H. Nolsøe (sign.)