Føroya kunngerðasavn A og B - 31.05.1996, Side 33
117
Nr. 73
20. mai
Løgtingslóg
um
studning til skipasmiðjur.
Samsvarandi samtykt Føroya Løgtings staðfestir og
kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1. Til fulla ella partvísa endurrinding av farma-
gjaldsútreiðslunum av tilfari til bygging av flótandi
eindum verður landsstýrinum heimilað av árligu játt-
anini á fíggjarlógini at lata skipasmiðjuni í studningi
upp til 4,5% av sáttmálaprísinum.
Stk. 2. Til fulla ella partvísa endurrinding av farma-
gjaldsútreiðslunum av tilfari til umbygging av teim-
um í stk. 1 nevndu flótandi eindum verður landsstýr-
inum heimilað av árligu játtanini á fíggjarlógini at
lata skipasmiðjuni í studningi upp til 4,5% av um-
byggingarkostnaðinum, tá umbyggingin er 3 mió. kr.
ella meira.
§ 2. Til fulla ella partvísa endurrinding av innflutn-
ingsgjøldum av tilfari til bygging av flótandi eindum
í Føroyum verður landsstýrinum heimilað av árligu
játtanini á fíggjarlógini at lata skipasmiðjuni í studn-
ingi upp til 3,5% av sáttmálaprísinum.
Stk. 2. Til fulla ella partvísa endurrinding av innflutn-
ingsgjøldum av tilfari til umbygging av flótandi eind-
um í Føroyum verður landsstýrinum heimilað av ár-
ligu játtanini á fíggjarlógini at lata skipasmiðjuni í
studningi upp til 3,5% av umbyggingarkostnaðinum,
um umbyggingarkostnaðurin verður 3 mió. kr. ella
meira.
§ 3. Studningur verður veittur eftir umsókn. Lands-
stýrið ásetur í kunngerð nærri reglur hesum
viðvíkjandi, herundir hvussu og nær studningurin
kann verða veittur.
§ 4. Henda lóg fær gildi frá 1. januar 1996.
Stk. 2. Samstundis fara úr gildi §§ 3 og 4 í løgtingslóg
nr. 38 frá 20. mai 1988 um stuðul til bygging av fiski-
skipum á føroyskum skipasmiðjum til útflutnings,
sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 83 frá 13. juni
1995, § 9 í løgtingslóg nr. 102 ffá 19. august 1988 um
endumýgging av fiskiskipaflotanum, sum seinast
broytt við løgtingslóg nr. 83 frá 13. juni 1995, §§ 2 og
3 í løgtingslóg nr. 83 frá 9. juni 1990 um stuðul til
bygging av farmaskipum, sum seinast broytt við løg-
tingslóg nr. 83 frá 13. juni 1995 og løgtingslóg nr. 47
frá 8. mai 1991 um stuðul til bygging av skipum,
bátum og flótandi eindum til alivinnuna á føroyskum
virkjum.
Stk. 3. Tilsøgnir um stuðul, givnar, áðrenn henda lóg
kemur í gildi, verða viðgjørdar eftir higartil galdandi
lóggávu.
Tórshavn, 20. mai 1996
Edmund Joensen (sign.)
løgmaður
/ Ivan Johannesen (sign.)