Fróðskaparrit - 01.01.2008, Side 71

Fróðskaparrit - 01.01.2008, Side 71
DICLOSSIA IN FAROESE? 69 Ris, 1990: 42). Samsvarandi almennari mál- frøðiligari fatan skal sveisiska dømið kortini viðgerast sum dømi um málsamfelag við skiftismæli (Rash, 1998: 31). 2.2.2 ‘Breitt skiftismceli’ - lítilfram- løga av, hvussu Fishman víðkar heitið 'skiftismceli' Mikið kjak hevur staðist av lýsingini hjá Ferguson um skiftismæli. Fishman er framúr- skarandi málfrøðingur, ið hevurendurskoðað fyrimyndina hjá Ferguson. Afturat málsligu samfeløgunum hjá Ferguson hevur Fishman víðkað heitið til at fevna um støðuna 'stand- ardfrábrigdi-við-staðbundnum málførum' umframt samfeløg, har tvey (ella fleiri) púra ymisk mál liva lið um lið. Hjá Fishman er týð- andi, at eitt av málunum (ella frábrigdunum) er í H-støðu. (Fishman, 1971). Fishman vísir á kanningarnar hjá Rubin í Paraguay (1962; 1968), og greinar samfelagið sum tvímálsligt og við skiftismæli (Fishman, 1971: 89). Á sama hátt verða nógv hjálond í somu støðu sum tann, Fishman nevnir 'breitt skiftismæli’, har eitt ella fleiri mál og/ella staðbundið málføri eru at finna í L-støðu við málinum hjá niðursetufólkinum í H-støðu. Uppaftur onnur støða kann vera tann hjá t.d. Tanzania og India, har staðbundið mál (ávikavíst swahili og hindi í teimum báðum førunum) saman við niðursetumálinum (í hesum førinum enskt) eru komin í H-støðu, meðan hini málini (og staðbundnu málfør- ini) eru at finna í L-støðu4. Móðurmálið hjá upprunafólkinum í Paraguay er guaraní, meðan spanskt er móð- urmálið hjá evropeisku eftirkomarunum og stórum bólki ættaður av báðum fólkasløgun- um. Somuleiðis finna vit í Tanzania, India, Meksiko, Peru og fleiri øðrum suðuramerik- anskum londum stórar bólkar av fólki, ið ikki læra staðbundna málið (sum t.d. swahili, hindi, nahuatl, quetchua, aymara, o.s.fr.) sum móðurmál. Eisini í øðrum, gomlum niður- setulondum eru bólkar av evropeiskari ætt í somu málsligu støðu. T.d. Quebec við fronsk- um og enskum. Dømini eru sostatt fleiri um tílíkt samfelag við skiftismæli sambært fyri- myndini hjá Fishman. Týðandi felags ser- merki eru stjórnarsøgan og eitt eyðkent býti av valdi millum bólkar, ið gera grundarlag fyri málsligu støðuna millum eitt H- og eitt L- frábrigdi. Eftir hesum myndli verða kanningar hjá Gal (Gal, 1979) í týsk-ungarska býnum Ober- wart settar sum dømi um skiftismæli, við týskum í H- og ungarskum í L-støðu. Á sama hátt finna vit í Evropa mongd av dømum um málslig samfeløg, har málini í H- og L-støðu antin kunnu vera skyld ella, at tey ikki eru tað - eftir fyrimynd Fishman. Nevnast kunnu valisiskt og enskt í Wales, frísiskt og hollend- skt í Hollandi, proven^al og franskt har suð- uri í Fraklandi, catalán og spanskt, baskiskt og spanskt somuleiðis sum galisiskt og spanskt í Spania, umframt nógv onnur - ikki minst í eystara partinum av Evropa. Um nevndu dømini kann sigast, at felags fyri tey er stjórnarsøga, har tungumálið hjá stjórnini og valdinum er komið í ráðandi støðu mót- vegis hinum bólkunum av fólki við øðrum móðurmáli. Úrslitið hevur verið, at tungu- málið hjá stjórnini er komið í H-støðu. Stað- bundna málið er komið í L-støðu, og bólk- urin við stjórnarvaldinum noyðist ikki at læra hetta staðbundnað málið, ið bert verður nýtt av teimum, ið tosa tað sum móðurmál (eins og støðan var í Føroyum við føroyskum mót- vegis donskum). Eins og í hinum førunum, ið her eru umrødd, er tí støðan, at bert partur
Side 1
Side 2
Side 3
Side 4
Side 5
Side 6
Side 7
Side 8
Side 9
Side 10
Side 11
Side 12
Side 13
Side 14
Side 15
Side 16
Side 17
Side 18
Side 19
Side 20
Side 21
Side 22
Side 23
Side 24
Side 25
Side 26
Side 27
Side 28
Side 29
Side 30
Side 31
Side 32
Side 33
Side 34
Side 35
Side 36
Side 37
Side 38
Side 39
Side 40
Side 41
Side 42
Side 43
Side 44
Side 45
Side 46
Side 47
Side 48
Side 49
Side 50
Side 51
Side 52
Side 53
Side 54
Side 55
Side 56
Side 57
Side 58
Side 59
Side 60
Side 61
Side 62
Side 63
Side 64
Side 65
Side 66
Side 67
Side 68
Side 69
Side 70
Side 71
Side 72
Side 73
Side 74
Side 75
Side 76
Side 77
Side 78
Side 79
Side 80
Side 81
Side 82
Side 83
Side 84
Side 85
Side 86
Side 87
Side 88
Side 89
Side 90
Side 91
Side 92
Side 93
Side 94
Side 95
Side 96
Side 97
Side 98
Side 99
Side 100
Side 101
Side 102
Side 103
Side 104
Side 105
Side 106
Side 107
Side 108
Side 109
Side 110
Side 111
Side 112
Side 113
Side 114
Side 115
Side 116
Side 117
Side 118
Side 119
Side 120
Side 121
Side 122
Side 123
Side 124
Side 125
Side 126
Side 127
Side 128
Side 129
Side 130
Side 131
Side 132
Side 133
Side 134
Side 135
Side 136
Side 137
Side 138
Side 139
Side 140
Side 141
Side 142
Side 143
Side 144
Side 145
Side 146
Side 147
Side 148
Side 149
Side 150
Side 151
Side 152
Side 153
Side 154
Side 155
Side 156
Side 157
Side 158
Side 159
Side 160
Side 161
Side 162
Side 163
Side 164
Side 165
Side 166
Side 167
Side 168
Side 169
Side 170
Side 171
Side 172
Side 173
Side 174
Side 175
Side 176
Side 177
Side 178
Side 179
Side 180
Side 181
Side 182
Side 183
Side 184
Side 185
Side 186
Side 187
Side 188
Side 189
Side 190
Side 191
Side 192
Side 193
Side 194
Side 195
Side 196
Side 197
Side 198
Side 199
Side 200

x

Fróðskaparrit

Direkte link

Hvis du vil linke til denne avis/magasin, skal du bruge disse links:

Link til denne avis/magasin: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link til dette eksemplar:

Link til denne side:

Link til denne artikel:

Venligst ikke link direkte til billeder eller PDfs på Timarit.is, da sådanne webadresser kan ændres uden advarsel. Brug venligst de angivne webadresser for at linke til sitet.