Fróðskaparrit - 01.01.2008, Blaðsíða 71
DICLOSSIA IN FAROESE?
69
Ris, 1990: 42). Samsvarandi almennari mál-
frøðiligari fatan skal sveisiska dømið kortini
viðgerast sum dømi um málsamfelag við
skiftismæli (Rash, 1998: 31).
2.2.2 ‘Breitt skiftismceli’ - lítilfram-
løga av, hvussu Fishman víðkar
heitið 'skiftismceli'
Mikið kjak hevur staðist av lýsingini hjá
Ferguson um skiftismæli. Fishman er framúr-
skarandi málfrøðingur, ið hevurendurskoðað
fyrimyndina hjá Ferguson. Afturat málsligu
samfeløgunum hjá Ferguson hevur Fishman
víðkað heitið til at fevna um støðuna 'stand-
ardfrábrigdi-við-staðbundnum málførum'
umframt samfeløg, har tvey (ella fleiri) púra
ymisk mál liva lið um lið. Hjá Fishman er týð-
andi, at eitt av málunum (ella frábrigdunum)
er í H-støðu. (Fishman, 1971).
Fishman vísir á kanningarnar hjá Rubin í
Paraguay (1962; 1968), og greinar samfelagið
sum tvímálsligt og við skiftismæli (Fishman,
1971: 89). Á sama hátt verða nógv hjálond í
somu støðu sum tann, Fishman nevnir 'breitt
skiftismæli’, har eitt ella fleiri mál og/ella
staðbundið málføri eru at finna í L-støðu við
málinum hjá niðursetufólkinum í H-støðu.
Uppaftur onnur støða kann vera tann hjá t.d.
Tanzania og India, har staðbundið mál
(ávikavíst swahili og hindi í teimum báðum
førunum) saman við niðursetumálinum (í
hesum førinum enskt) eru komin í H-støðu,
meðan hini málini (og staðbundnu málfør-
ini) eru at finna í L-støðu4.
Móðurmálið hjá upprunafólkinum í
Paraguay er guaraní, meðan spanskt er móð-
urmálið hjá evropeisku eftirkomarunum og
stórum bólki ættaður av báðum fólkasløgun-
um. Somuleiðis finna vit í Tanzania, India,
Meksiko, Peru og fleiri øðrum suðuramerik-
anskum londum stórar bólkar av fólki, ið ikki
læra staðbundna málið (sum t.d. swahili,
hindi, nahuatl, quetchua, aymara, o.s.fr.) sum
móðurmál. Eisini í øðrum, gomlum niður-
setulondum eru bólkar av evropeiskari ætt í
somu málsligu støðu. T.d. Quebec við fronsk-
um og enskum. Dømini eru sostatt fleiri um
tílíkt samfelag við skiftismæli sambært fyri-
myndini hjá Fishman. Týðandi felags ser-
merki eru stjórnarsøgan og eitt eyðkent býti
av valdi millum bólkar, ið gera grundarlag fyri
málsligu støðuna millum eitt H- og eitt L-
frábrigdi.
Eftir hesum myndli verða kanningar hjá
Gal (Gal, 1979) í týsk-ungarska býnum Ober-
wart settar sum dømi um skiftismæli, við
týskum í H- og ungarskum í L-støðu. Á sama
hátt finna vit í Evropa mongd av dømum um
málslig samfeløg, har málini í H- og L-støðu
antin kunnu vera skyld ella, at tey ikki eru tað
- eftir fyrimynd Fishman. Nevnast kunnu
valisiskt og enskt í Wales, frísiskt og hollend-
skt í Hollandi, proven^al og franskt har suð-
uri í Fraklandi, catalán og spanskt, baskiskt
og spanskt somuleiðis sum galisiskt og
spanskt í Spania, umframt nógv onnur - ikki
minst í eystara partinum av Evropa. Um
nevndu dømini kann sigast, at felags fyri tey
er stjórnarsøga, har tungumálið hjá stjórnini
og valdinum er komið í ráðandi støðu mót-
vegis hinum bólkunum av fólki við øðrum
móðurmáli. Úrslitið hevur verið, at tungu-
málið hjá stjórnini er komið í H-støðu. Stað-
bundna málið er komið í L-støðu, og bólk-
urin við stjórnarvaldinum noyðist ikki at læra
hetta staðbundnað málið, ið bert verður nýtt
av teimum, ið tosa tað sum móðurmál (eins
og støðan var í Føroyum við føroyskum mót-
vegis donskum). Eins og í hinum førunum, ið
her eru umrødd, er tí støðan, at bert partur