Fróðskaparrit - 01.01.2008, Page 82
80
SKIFTISMÆLI f FØROYSKUM?
gangast, at munurin millum H og L í sveis-
iskum eins og í arabiskum møguliga er týði-
ligari enn munurin í føroyska dagliga frá-
brigdinum mótvegis skrivligum máli. Kortini
skal leggjast afturat, at føroysku viðurskiftini
hava ikki fingið ligið óansað av málfrøðing-
um. T.d. velur Braunmuller at umrøða før-
oysku málstøðuna undir heitinum skiftis-
mæli (Braunmuller, 1998: 231).
Sum áður nevnt tekur Ferguson við í
seinastu grein síni um skiftismæli (1991), at
viðurskiftini millum tey bæði frábrigdini væl
kunnu hava við samfelda heild at gera. Evnið
er nógv umrøtt. Winford, vísandi til Wexler,
kemur inn á opna spurningin um, hvat ið er
"the minimal structural gap between varie-
ties that will qualify a situation for diglossic
status” (Winford, 1985: 349). Wexler tekur
fløkjuna uppaftur, og sigur Ferguson ímót
viðvíkjandi kravinum um, at skrivliga frá-
brigdið ikki er móðurmál hjá nøkrum í mál-
samfelagi við skiftismæli. Hann ger tá saman-
bering millum tey fýra 'fyrimyndarmálini' og
enskt við at spyrja: "To what speaker of
English are the English medical and legal ter-
minologies (with their Creek and Latin
bases) native?” (Wexler, 1971: 335). Við hes-
um spurningi tykist Wexler ikki at skilja mill-
um skiftismæli og frávik í stíllagi.
At halda fast um munin millum skiftis-
mæli og frávik í stíllagi er av alstórum týdn-
ingi fyri at fylgja próvførsluni, ið her verður
førd, og hesum sama finna vit eisini stuðul
fyri júst hjá Ferguson (Ferguson, 1959: 222).
Próvførslan hevur í sær, at í málsamfelagi utt-
an skiftismæli vil tann, sum t.d. leggur fram
ein yrkistekst nýta sama orðatilfeingi antin
hann nú ger framløgu í formligum ella
óformligum høpi. Sagt við øðrum orðum;
yrkisorðavalið verður ikki broytt í stóran
mun, hvat so bakstøði er. Hin vegin, í mál-
samfelagi við skiftismæli fer tann, sum tosar,
at laga orðaval, bending og setningsbygnað
eftir bakstøði - eisini í yrkistekstum - alt
eftir, um framløgan er í formligum høpi
(skrivligum ella munnligum) ella, um fram-
løgan er í óformligum/ dagligum høpi. Og vit
vita, at hesi viðurskifti samsvara við málsligu
støðuna, soleiðis sum hon er at finna í før-
oyska málsamfelagnum. í formligum høpi,
serstakliga um teksturin er skrivligur, vil før-
oyskur høvundur leggja dent á bending og
setningsbygnað eftir fyrimyndarligum før-
oyskum, umframt at nýta so fá fremmand
orð sum gjørligt - eisini yrkisorð - og royna
at seta føroysk heiti, ið siga tað sama, í staðin,
so satt tey eru tøk og ikki eru fullkomiliga
ókend. Vanligt er tá, at seta altjóða orðið í
klombrum fyri at útihýsa iva og tryggja, at
lesarin skilur tekstin nágreinliga. í óformlig-
um høpi er hetta heldur óvanligt, tá báði
donsk og altjóða orð (og vendingar) verða
nýtt(ar) í stóran mun, óheft av, hvat tekst-
urin snýr seg um, og fer málið tá at bera dám
av árini uttaneftir, báði í setningsbygnaði og
orðatilfeingi..
Viðvíkjandi fjarstøðu millum standard-
frábrigdi og dagligt mál í føroyskum, skulu vit
venda aftur til Wexler og hyggja at orðing
hansara um fjarstøðu millum skrivligt og
munnligt standardfrábrigdi:
Discrepancies between written and spoken
norms are due precisely to differences in func-
tion; for example, since written languages are
frequently intended for common use in diverse
dialect zones, some of which may be mutually
unintelligible, they may assume the propor-
tions of a superdialectal speech form. This
condition not only dictates the presence but