Fróðskaparrit - 01.01.2008, Side 139

Fróðskaparrit - 01.01.2008, Side 139
THREE BALLADS BY JENS HENDRIK DJURHUUS 137 hevur evni úr danmarkarsøgu Saxo Gram- maticus, er alt í handritinum. „Rodmunds kvæði", sum hevur evnið úr fornaldarsøgu er bara lutvíst til við hond Jens Hendriks. Har- afturat ber hann kannuna av „Gøtuskeggj- um". Men Gudbrands kvæði, sum leingi hevur verið ognað Jens Hendriki Djurhuus, hevur Jens Chr. Djurhuus yrkt. Tað ger hann sjálvur vart við í einum hefti, sum er í varð- veitslu á Landsbókasavninum, har hann hev- ur skrivað heitini á teimum kvæðum, sum hann hevur yrkt (Weyhe 1979:43). Jóannes Patursson skrivar í „Gyltubók", at umframt „Eirik og Rollar" og „Rodmunds kvæði" yrkti Jens Hendrik Djurhuus „Friðleifs kvæði", sum er úr Fnðfjjóðs søgu, „Ættartal norsku kong- anna," sum er úr Flateyjarbók, „Hálfs rekkar" og „Hundatáttin" (Patursson 1979: 148). Er tað sama kvæði sum „Hunda Totterin," sum Jens Chr. Djurhuus nevnir sum sítt kvæði í tí nevnda heftinum, er upplýsingin hjá Jóannesi Patursson ikki røtt. Gjøllast viðger greinin „Eirik og Rollar" og ber tað saman við søguna hjá Saxo um danska kongin Frode Fredegod. Síðan verða „Rodmunds kvæði" og „Gøtuskeggjar" um- rødd. Eirikur og Rollar Kvæðið „Eirikur og Rollar" lýsir hesar báðar norsku menn, sum á hávetri mugu seta upp í einum firði nakað frá kongsgarðinum Lejre við Isefjord á Sjællandi í Danmark. Fjørðurin er frystur, og teir fáa ikki siglt longur. í kvæð- inum er støðan í Danmark tann, at verjar stýra ríkinum fyri Fróða, sum gjørdist kongur sjey ára gamal, tí pápin doyði. Men synir verjan Vestmar við Gripi á odda hava sett vanligt landaskil úr gildi og stíla fyri tí ólevn- aði, sum valdar, tá ið Eirikur og Rollar koma til garðs. Gongdin í kvæðinum er í stuttum tann, at Eirikur og Rollar leita upp Fróða kong og fáa innivist har. Eirikur fær systur hansara Gunnvør til konu. Saman beina Eir- ikur og Rollar fyri Gripi og brøðrum hansara, so óskilið kann halda uppat, og Fróði kongur sleppur at ráða sjálvur. Tilburðirnir í kvæðinum stava frá søguni „Frode III" hjá Saxo Grammaticus, sum er skrivað á látini, og sum er ein av søgunum um danskar kongar, sum itu Fróði; Fróði III er Frode Fredegod. Tilburðirnir í kvæðinum hjá Jens Hendriki Djurhuus fara fram, tá ið Fróði er vaksin, men enn ikki hevur tikið rættiliga við valdinum í ríki sínum. Um Jens Hendrik hevur lisið søguna, kann hann hava havt eina av donsku týðingunum, men hann kann eis- ini hava hoyrt hana. Kvæðaeyðkenni Kvæðið er 134 ørindi langt og er ikki skift í tættir. Ørindini eru fýrareglað og hava tað kvæðalag sum eyðkennir tað ørindislagið við sjey herdum stavilsum í báðum ørindishelvt- unum: Kaldur Vindur úr Káva Toko, Tattur Blásur av Londun, Skrottar Knórur nevndur her, Sum Stevnir meut Donskun Strodun.1 Kaldur Vindur úr Káva Toko Tattur Blásur av Londun Skrottar Knórur Nevndur her Sum Stevnir meut Donskun Strodun. (stavilsini við áherðslu eru víst við feitari skrift; stavrímini eru víst við undirstriking)
Side 1
Side 2
Side 3
Side 4
Side 5
Side 6
Side 7
Side 8
Side 9
Side 10
Side 11
Side 12
Side 13
Side 14
Side 15
Side 16
Side 17
Side 18
Side 19
Side 20
Side 21
Side 22
Side 23
Side 24
Side 25
Side 26
Side 27
Side 28
Side 29
Side 30
Side 31
Side 32
Side 33
Side 34
Side 35
Side 36
Side 37
Side 38
Side 39
Side 40
Side 41
Side 42
Side 43
Side 44
Side 45
Side 46
Side 47
Side 48
Side 49
Side 50
Side 51
Side 52
Side 53
Side 54
Side 55
Side 56
Side 57
Side 58
Side 59
Side 60
Side 61
Side 62
Side 63
Side 64
Side 65
Side 66
Side 67
Side 68
Side 69
Side 70
Side 71
Side 72
Side 73
Side 74
Side 75
Side 76
Side 77
Side 78
Side 79
Side 80
Side 81
Side 82
Side 83
Side 84
Side 85
Side 86
Side 87
Side 88
Side 89
Side 90
Side 91
Side 92
Side 93
Side 94
Side 95
Side 96
Side 97
Side 98
Side 99
Side 100
Side 101
Side 102
Side 103
Side 104
Side 105
Side 106
Side 107
Side 108
Side 109
Side 110
Side 111
Side 112
Side 113
Side 114
Side 115
Side 116
Side 117
Side 118
Side 119
Side 120
Side 121
Side 122
Side 123
Side 124
Side 125
Side 126
Side 127
Side 128
Side 129
Side 130
Side 131
Side 132
Side 133
Side 134
Side 135
Side 136
Side 137
Side 138
Side 139
Side 140
Side 141
Side 142
Side 143
Side 144
Side 145
Side 146
Side 147
Side 148
Side 149
Side 150
Side 151
Side 152
Side 153
Side 154
Side 155
Side 156
Side 157
Side 158
Side 159
Side 160
Side 161
Side 162
Side 163
Side 164
Side 165
Side 166
Side 167
Side 168
Side 169
Side 170
Side 171
Side 172
Side 173
Side 174
Side 175
Side 176
Side 177
Side 178
Side 179
Side 180
Side 181
Side 182
Side 183
Side 184
Side 185
Side 186
Side 187
Side 188
Side 189
Side 190
Side 191
Side 192
Side 193
Side 194
Side 195
Side 196
Side 197
Side 198
Side 199
Side 200

x

Fróðskaparrit

Direkte link

Hvis du vil linke til denne avis/magasin, skal du bruge disse links:

Link til denne avis/magasin: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link til dette eksemplar:

Link til denne side:

Link til denne artikel:

Venligst ikke link direkte til billeder eller PDfs på Timarit.is, da sådanne webadresser kan ændres uden advarsel. Brug venligst de angivne webadresser for at linke til sitet.