Fróðskaparrit - 01.01.2008, Page 139
THREE BALLADS BY JENS HENDRIK DJURHUUS
137
hevur evni úr danmarkarsøgu Saxo Gram-
maticus, er alt í handritinum. „Rodmunds
kvæði", sum hevur evnið úr fornaldarsøgu er
bara lutvíst til við hond Jens Hendriks. Har-
afturat ber hann kannuna av „Gøtuskeggj-
um". Men Gudbrands kvæði, sum leingi
hevur verið ognað Jens Hendriki Djurhuus,
hevur Jens Chr. Djurhuus yrkt. Tað ger hann
sjálvur vart við í einum hefti, sum er í varð-
veitslu á Landsbókasavninum, har hann hev-
ur skrivað heitini á teimum kvæðum, sum
hann hevur yrkt (Weyhe 1979:43). Jóannes
Patursson skrivar í „Gyltubók", at umframt
„Eirik og Rollar" og „Rodmunds kvæði" yrkti
Jens Hendrik Djurhuus „Friðleifs kvæði", sum
er úr Fnðfjjóðs søgu, „Ættartal norsku kong-
anna," sum er úr Flateyjarbók, „Hálfs rekkar"
og „Hundatáttin" (Patursson 1979: 148). Er
tað sama kvæði sum „Hunda Totterin," sum
Jens Chr. Djurhuus nevnir sum sítt kvæði í tí
nevnda heftinum, er upplýsingin hjá Jóannesi
Patursson ikki røtt.
Gjøllast viðger greinin „Eirik og Rollar" og
ber tað saman við søguna hjá Saxo um
danska kongin Frode Fredegod. Síðan verða
„Rodmunds kvæði" og „Gøtuskeggjar" um-
rødd.
Eirikur og Rollar
Kvæðið „Eirikur og Rollar" lýsir hesar báðar
norsku menn, sum á hávetri mugu seta upp
í einum firði nakað frá kongsgarðinum Lejre
við Isefjord á Sjællandi í Danmark. Fjørðurin
er frystur, og teir fáa ikki siglt longur. í kvæð-
inum er støðan í Danmark tann, at verjar
stýra ríkinum fyri Fróða, sum gjørdist kongur
sjey ára gamal, tí pápin doyði. Men synir
verjan Vestmar við Gripi á odda hava sett
vanligt landaskil úr gildi og stíla fyri tí ólevn-
aði, sum valdar, tá ið Eirikur og Rollar koma
til garðs. Gongdin í kvæðinum er í stuttum
tann, at Eirikur og Rollar leita upp Fróða
kong og fáa innivist har. Eirikur fær systur
hansara Gunnvør til konu. Saman beina Eir-
ikur og Rollar fyri Gripi og brøðrum hansara,
so óskilið kann halda uppat, og Fróði kongur
sleppur at ráða sjálvur.
Tilburðirnir í kvæðinum stava frá søguni
„Frode III" hjá Saxo Grammaticus, sum er
skrivað á látini, og sum er ein av søgunum
um danskar kongar, sum itu Fróði; Fróði III er
Frode Fredegod. Tilburðirnir í kvæðinum hjá
Jens Hendriki Djurhuus fara fram, tá ið Fróði
er vaksin, men enn ikki hevur tikið rættiliga
við valdinum í ríki sínum. Um Jens Hendrik
hevur lisið søguna, kann hann hava havt eina
av donsku týðingunum, men hann kann eis-
ini hava hoyrt hana.
Kvæðaeyðkenni
Kvæðið er 134 ørindi langt og er ikki skift í
tættir. Ørindini eru fýrareglað og hava tað
kvæðalag sum eyðkennir tað ørindislagið við
sjey herdum stavilsum í báðum ørindishelvt-
unum:
Kaldur Vindur úr Káva Toko,
Tattur Blásur av Londun,
Skrottar Knórur nevndur her,
Sum Stevnir meut Donskun Strodun.1
Kaldur Vindur úr Káva Toko
Tattur Blásur av Londun
Skrottar Knórur Nevndur her
Sum Stevnir meut Donskun Strodun.
(stavilsini við áherðslu eru víst við feitari
skrift; stavrímini eru víst við undirstriking)