Fróðskaparrit - 01.01.2008, Side 141

Fróðskaparrit - 01.01.2008, Side 141
THREE BALLADS BYJENS HENDR/K DJURHUUS 139 Áv Meutvinde, koom Sjipe her Fire Nókrun Dóvun In, Má buia tá longo Tui, ui adlan Veterin. - ør. 6-7 Kvæðið endurgevur at hesi fólkini síggja eitt fremmant skip, sum fyri nøkrum døgum síðan er komið inn á fjørðin undan veðrinum og er fast í ísinum. Skipsnavnið Skrottur er úr søguni um Fróða Friðargóða, har Eirikur fær skipið í navnagávu frá Geyta kongi, sum kallar Eirik„den Veltalende" (Saxo 1994:144), tí hann hevur góðar talugávur. Tað er mest týðandi eyðkenni hansara í søguni. Inngangurin fyrireikar ta uppgerð við óskilið, sum teir báðir fremmandu Eirikur og Rollar skipa fyri. Gongdin í kvæðinum tekur við í ørindi, sum leggur bragdliga fyri við tíðarhjáorðinum „nú": Nú koma Tvoir frá Sjipaboor, Kladdir ui Bjódna Sjinne, Genga meute Loiraskev, Tá Turra Land á Finna. - Toir Halda Bua, Spjeut, u Svór, U Meut gjer át Toir venka, Háre gult, sum nú vár frist Blaktrar um Ørvir Blenka. - ør. 8-9 Bjarnarskinnið hevur Jens Hendrik funnið uppá eins og skemtiligu lýsingina av gula hárinum, sum stendur beint upp í loft sum ørvar á høvdunum á Eiriki og Rollari. Tað sigur frá dramatiskum sansi hjá Jens Hendriki Djurhuus, at teir nústani verða nevndir við navni í 12. og 14. ørindi. Teir koma til garðin hjá Kalda (ør. 15), sum hjá Saxo eitur Koll. Hóast navnið er tað sama, er hetta ikki sami Kaldi, sum í søguni um Fróða Friðargóða hjá Saxo - har Koll er verji hjá Fróða saman við Gripi (hjá Saxo Grep) (Henriksen 1982:66). í kvæðinum hava Kaldi og kona hansara Góð- vara (hjá Saxo: Gotvar, kvæðið: Gevvara) leik- lutin sum leiðbeinarar. Kaldi letur ikki upp fyri norðmonnum alt fyri eitt, men vil fyrst vita, hvørjir teir eru: Kalde sát vi nottera suin Vi suine gomle Kone Tá ungje Øirikur rópte u sváraje so Honun Kvór slár á muinar Øikje Diir, Si már Qvór ui tú Ert, Tút navn ui hoila Slegtali, U qvát ui Tú begjert. - Táie fist fire már Tú letur up, Tuina sterko Fjála Loko skál E sváre, men ikkje, ui koldu Káva Toko. - Inne ui Hoito Stovene, Kjá Tár már Plos E velje, Vi Abrot Boor u filta Krys, E allarbest Fortelje. ør. 17-20 Tað er nýtt í kvæðahøpi nágreiniliga at lýsa tað, sum tey gera í húsinum, tilfarið í hurðini og staðfesta, at Eirikur dugir best at siga frá, tá ið hann situr við búgvið borð og krússi í hondini. Hetta gevur kvæðinum ein gerand- isligan og samtíðarligan dám. Eirikur og Rollar setast og greiða frá, at teir ætla sær at tæna hjá Fróða kongi, og Eirikur vil fáa Gunnvør, systir kong, til konu.
Side 1
Side 2
Side 3
Side 4
Side 5
Side 6
Side 7
Side 8
Side 9
Side 10
Side 11
Side 12
Side 13
Side 14
Side 15
Side 16
Side 17
Side 18
Side 19
Side 20
Side 21
Side 22
Side 23
Side 24
Side 25
Side 26
Side 27
Side 28
Side 29
Side 30
Side 31
Side 32
Side 33
Side 34
Side 35
Side 36
Side 37
Side 38
Side 39
Side 40
Side 41
Side 42
Side 43
Side 44
Side 45
Side 46
Side 47
Side 48
Side 49
Side 50
Side 51
Side 52
Side 53
Side 54
Side 55
Side 56
Side 57
Side 58
Side 59
Side 60
Side 61
Side 62
Side 63
Side 64
Side 65
Side 66
Side 67
Side 68
Side 69
Side 70
Side 71
Side 72
Side 73
Side 74
Side 75
Side 76
Side 77
Side 78
Side 79
Side 80
Side 81
Side 82
Side 83
Side 84
Side 85
Side 86
Side 87
Side 88
Side 89
Side 90
Side 91
Side 92
Side 93
Side 94
Side 95
Side 96
Side 97
Side 98
Side 99
Side 100
Side 101
Side 102
Side 103
Side 104
Side 105
Side 106
Side 107
Side 108
Side 109
Side 110
Side 111
Side 112
Side 113
Side 114
Side 115
Side 116
Side 117
Side 118
Side 119
Side 120
Side 121
Side 122
Side 123
Side 124
Side 125
Side 126
Side 127
Side 128
Side 129
Side 130
Side 131
Side 132
Side 133
Side 134
Side 135
Side 136
Side 137
Side 138
Side 139
Side 140
Side 141
Side 142
Side 143
Side 144
Side 145
Side 146
Side 147
Side 148
Side 149
Side 150
Side 151
Side 152
Side 153
Side 154
Side 155
Side 156
Side 157
Side 158
Side 159
Side 160
Side 161
Side 162
Side 163
Side 164
Side 165
Side 166
Side 167
Side 168
Side 169
Side 170
Side 171
Side 172
Side 173
Side 174
Side 175
Side 176
Side 177
Side 178
Side 179
Side 180
Side 181
Side 182
Side 183
Side 184
Side 185
Side 186
Side 187
Side 188
Side 189
Side 190
Side 191
Side 192
Side 193
Side 194
Side 195
Side 196
Side 197
Side 198
Side 199
Side 200

x

Fróðskaparrit

Direkte link

Hvis du vil linke til denne avis/magasin, skal du bruge disse links:

Link til denne avis/magasin: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link til dette eksemplar:

Link til denne side:

Link til denne artikel:

Venligst ikke link direkte til billeder eller PDfs på Timarit.is, da sådanne webadresser kan ændres uden advarsel. Brug venligst de angivne webadresser for at linke til sitet.