Fróðskaparrit - 01.01.2008, Page 141
THREE BALLADS BYJENS HENDR/K DJURHUUS
139
Áv Meutvinde, koom Sjipe her
Fire Nókrun Dóvun In,
Má buia tá longo Tui,
ui adlan Veterin. -
ør. 6-7
Kvæðið endurgevur at hesi fólkini síggja eitt
fremmant skip, sum fyri nøkrum døgum
síðan er komið inn á fjørðin undan veðrinum
og er fast í ísinum. Skipsnavnið Skrottur er úr
søguni um Fróða Friðargóða, har Eirikur fær
skipið í navnagávu frá Geyta kongi, sum
kallar Eirik„den Veltalende" (Saxo 1994:144),
tí hann hevur góðar talugávur. Tað er mest
týðandi eyðkenni hansara í søguni.
Inngangurin fyrireikar ta uppgerð við
óskilið, sum teir báðir fremmandu Eirikur og
Rollar skipa fyri. Gongdin í kvæðinum tekur
við í ørindi, sum leggur bragdliga fyri við
tíðarhjáorðinum „nú":
Nú koma Tvoir frá Sjipaboor,
Kladdir ui Bjódna Sjinne,
Genga meute Loiraskev,
Tá Turra Land á Finna. -
Toir Halda Bua, Spjeut, u Svór,
U Meut gjer át Toir venka,
Háre gult, sum nú vár frist
Blaktrar um Ørvir Blenka. -
ør. 8-9
Bjarnarskinnið hevur Jens Hendrik funnið
uppá eins og skemtiligu lýsingina av gula
hárinum, sum stendur beint upp í loft sum
ørvar á høvdunum á Eiriki og Rollari. Tað
sigur frá dramatiskum sansi hjá Jens Hendriki
Djurhuus, at teir nústani verða nevndir við
navni í 12. og 14. ørindi. Teir koma til garðin
hjá Kalda (ør. 15), sum hjá Saxo eitur Koll.
Hóast navnið er tað sama, er hetta ikki sami
Kaldi, sum í søguni um Fróða Friðargóða hjá
Saxo - har Koll er verji hjá Fróða saman við
Gripi (hjá Saxo Grep) (Henriksen 1982:66). í
kvæðinum hava Kaldi og kona hansara Góð-
vara (hjá Saxo: Gotvar, kvæðið: Gevvara) leik-
lutin sum leiðbeinarar. Kaldi letur ikki upp
fyri norðmonnum alt fyri eitt, men vil fyrst
vita, hvørjir teir eru:
Kalde sát vi nottera suin
Vi suine gomle Kone
Tá ungje Øirikur rópte
u sváraje so Honun
Kvór slár á muinar Øikje Diir,
Si már Qvór ui tú Ert,
Tút navn ui hoila Slegtali,
U qvát ui Tú begjert. -
Táie fist fire már Tú letur up,
Tuina sterko Fjála Loko
skál E sváre, men ikkje,
ui koldu Káva Toko. -
Inne ui Hoito Stovene,
Kjá Tár már Plos E velje,
Vi Abrot Boor u filta Krys,
E allarbest Fortelje.
ør. 17-20
Tað er nýtt í kvæðahøpi nágreiniliga at lýsa
tað, sum tey gera í húsinum, tilfarið í hurðini
og staðfesta, at Eirikur dugir best at siga frá,
tá ið hann situr við búgvið borð og krússi í
hondini. Hetta gevur kvæðinum ein gerand-
isligan og samtíðarligan dám.
Eirikur og Rollar setast og greiða frá, at
teir ætla sær at tæna hjá Fróða kongi, og
Eirikur vil fáa Gunnvør, systir kong, til konu.