Fróðskaparrit - 01.01.2008, Side 146

Fróðskaparrit - 01.01.2008, Side 146
144 TRÝ KVÆÐI EFTIR JENS HENDRIK DJURHUUS Hendrik í „Orminum langa" sigur, at danir vóru bloytur, har vísir Jens Hendrik, at danir eiga aðrar dygdir, men at tær ikki koma til sín rætt, fyrr enn norðmenn koma og leggja umstøðurnar til rættis, soleiðis at tað góða, háborna og djarva kann koma fram. Tað er ilt at siga nær Jens Hendrik hevur yrkt kvæðið. Jeffrei Henriksen heldur, at stav- setingin hjá Jens Hendriki bendir á, at hand- ritið er skrivað eftir 1829. Kanska skulu vit tora at leggja afturat, at tað er yrkt, áðrenn Hammershaimb gjørdi skriftmálið í 1846, og tað varð kent millum manna, tí einki av tí er til skjals í skrift Jens Hendriks. Tað er líka ilt at siga, um málburðurin í kvæðinum er umboðandi fyri málburð um- leið miðjuna av 19. øld. Hann tykist ivaleyst mongum vánaligur av tí at hann er fullur av tí, sum vit í dag kalla danismur. Men tað er ein spurningur, um tað er rímiligt at meta málburðin eftir nútíðar máti, tí vit vita ov lítið um hvussu gerandismál í grundini var í 19. øld. Tað er eisini ilt at vita, hvat Jens Hendrik Djurhuus visti - um hann visti nakað - um viðurskifti í Noregi í samtíð síni. Men kvæðið kann vera yrkt, meðan orðaskifti var í Noregi umleið 1834 um tjóðarmentan, har eitt nú Henrik Arnold Wergeland og Johan Sebas- tian C. Welhaven vóru hvør í sínum parti í spurninginum um, hvørt norðmenn á ment- anarliga økinum áttu at taka ímóti ment- anarligari ávirkan uttaneftir, sum aloftast kom til Noregs gjøgnum Danmark orsakað av søguliga sambandinum millum londini. Ella um Noreg skuldi skapa sær eina mentan uttan ávirkan uttaneftir (Andersen 2001: 173). Viðurskiftini millum Noreg og Dan- mark vóru ikki bara søgulig, men samtíð- armál. Hóast Jens Hendrik livdi meginpartin av 19. øld, ber ikki til at siga, hvat hann visti um tær nýggju norsku bókmentirnar, sum í 1870-80-árunum vóru fyrstar at taka eftir áheitanini hjá Georg Brandes um, at nútíðar bókmentir áttu at viðgera evni, sum vóru frammi í tíðini. Fyrstu modernaðu norsku høvundarnir í hesi merking góvu bøkur sínar út í Danmark, har tær gjørdu nógv vart við seg og fmgu góða undirtøku. Tað er í hvussu er ein áhugaverdur tanki, at tann hjálp, teir báðir norðmenninir Eirikur og Rollar veita Fróða kongi í kvæðinum hjá Jens Hendriki Djurhuus, sum kanska er frá 1830-árunum, vísir fram til ta nýskapan, danska mentanar- og bókmentalívið fekk úr Noregi seinast í 19. øld. Rodmunds kvæði Hitt kvæðið, sum Jens Hendrik Djurhuus hevur skrivað tey fyrstu 28 ørindini av í sama handrit sum „Eirikur og Rollar", er „Rod- munds kvæði". Tað lýsir tveir tilburðir. í tí fyrra fellir Rodmundur á ungum árum tann sterka norðmannin Ragnar í stríði fyri Ólav danakong. Seinni tilburðurin í kvæðinum er ein ferð til Fraklands, har Rodmundur tekur gull og ríkidømi frá einum risa, sum situr í einum gravheyggi. Tey fyrstu 28 ørindini av kvæðinum eru skrivað við hond Jens Hend- riks Djurhuus, restin av kvæðinum stavar frá eini uppskrift hjá Niclasi Djurhuus á Høgeil í Sumba (Henriksen 1982:38). Kvæðið sigur sjálvt, at søgan stavar úr Rodmunds søgu (ør. 64), og talan er um fornaldarsøguna Hró- mundar saga Gripssonar. Tann upprunaliga søgan er horvin, men innihaldið er endur- givið í íslendskum rímum um Hrómund Gripsson, Griplur, og tær hava verið støðið undir einari nýggjari søgu um Hrómund. Ta søguna umsetti C. C. Rafn og gav hana út í
Side 1
Side 2
Side 3
Side 4
Side 5
Side 6
Side 7
Side 8
Side 9
Side 10
Side 11
Side 12
Side 13
Side 14
Side 15
Side 16
Side 17
Side 18
Side 19
Side 20
Side 21
Side 22
Side 23
Side 24
Side 25
Side 26
Side 27
Side 28
Side 29
Side 30
Side 31
Side 32
Side 33
Side 34
Side 35
Side 36
Side 37
Side 38
Side 39
Side 40
Side 41
Side 42
Side 43
Side 44
Side 45
Side 46
Side 47
Side 48
Side 49
Side 50
Side 51
Side 52
Side 53
Side 54
Side 55
Side 56
Side 57
Side 58
Side 59
Side 60
Side 61
Side 62
Side 63
Side 64
Side 65
Side 66
Side 67
Side 68
Side 69
Side 70
Side 71
Side 72
Side 73
Side 74
Side 75
Side 76
Side 77
Side 78
Side 79
Side 80
Side 81
Side 82
Side 83
Side 84
Side 85
Side 86
Side 87
Side 88
Side 89
Side 90
Side 91
Side 92
Side 93
Side 94
Side 95
Side 96
Side 97
Side 98
Side 99
Side 100
Side 101
Side 102
Side 103
Side 104
Side 105
Side 106
Side 107
Side 108
Side 109
Side 110
Side 111
Side 112
Side 113
Side 114
Side 115
Side 116
Side 117
Side 118
Side 119
Side 120
Side 121
Side 122
Side 123
Side 124
Side 125
Side 126
Side 127
Side 128
Side 129
Side 130
Side 131
Side 132
Side 133
Side 134
Side 135
Side 136
Side 137
Side 138
Side 139
Side 140
Side 141
Side 142
Side 143
Side 144
Side 145
Side 146
Side 147
Side 148
Side 149
Side 150
Side 151
Side 152
Side 153
Side 154
Side 155
Side 156
Side 157
Side 158
Side 159
Side 160
Side 161
Side 162
Side 163
Side 164
Side 165
Side 166
Side 167
Side 168
Side 169
Side 170
Side 171
Side 172
Side 173
Side 174
Side 175
Side 176
Side 177
Side 178
Side 179
Side 180
Side 181
Side 182
Side 183
Side 184
Side 185
Side 186
Side 187
Side 188
Side 189
Side 190
Side 191
Side 192
Side 193
Side 194
Side 195
Side 196
Side 197
Side 198
Side 199
Side 200

x

Fróðskaparrit

Direkte link

Hvis du vil linke til denne avis/magasin, skal du bruge disse links:

Link til denne avis/magasin: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link til dette eksemplar:

Link til denne side:

Link til denne artikel:

Venligst ikke link direkte til billeder eller PDfs på Timarit.is, da sådanne webadresser kan ændres uden advarsel. Brug venligst de angivne webadresser for at linke til sitet.