Fróðskaparrit - 01.01.2008, Page 147

Fróðskaparrit - 01.01.2008, Page 147
THREE BALLADS BYJENS HENDRIK DJURHUUS 145 1826, ogjens Hendrik Djurhuus kann tískil hava kent søguna, lisið ella hoyrt hana. Kvæðaeyðkenni Formliga líkist „Rodmunds kvæði" meira gomlum kvæðum enn Eirikur og Rollar. Eitt nú leggur fyri við kendari tíðaráseting „Tað var áður í tíðini", og ørindi eru bundin saman við endurtøkum av heilum reglum: Tá vár ávur ui findene Lengt eer um Lii á loita Drottur rávur ui Dánevelde Evlavur Kongur oitur. - Evlavur rodde ui Dánavelde Cjitin eer so vuia Órvar garpar heije Han Vál bevro Vokn ui Struije. ør. 1-2 Mótsett „Eiriki og Rollari" eru veður og nátt- úra umrødd í kendum kvæðaorðingum sum „Árla var um morgunin/ sólin roðar í fjøll" (ør. 17). í uppskriftini av kvæðinum, sum hevur 154 ørindi, verður skiftið millum fyrra og seinna tátt (ør. 70-71) umrøtt eins og í mongum gomlum kvæðum og í kvæðum hjá Jens Chr. Djurhuus. Kvæðið leggur fyri við at staðseta um- hvørvið og lýsa søgupersónarnar. Tað fer fram í Danmark, kongurin eitur Ólavur og hann hevur nógvar góðar hermenn, sum verða roknaðir upp, og bestur er Rodmund- ur, sum kvæðið eitur eftir. Tá ið menninir eru lýstir, skal ferð setast á gongdina: Kongerin Sitirvi Broija Boor Spiir Han Suinar Drongjir Qvár vita Tit muin javnluika Tá háve E hugsa longje. - Kongerin Situr ui Hásáte Higgur um Hódl so vuija Qvár vita Tit so matan man ui mevt már torir Struija. - ør. 9-10 Jens Hendrik Djurhuus fær gongd á hending- arnar við at endurnýta Geipatátt, har Karla- magnus spyr menn sínar: „Hvar vitið tygur mín javnlíka?/ Tað havi eg hugsað leingi" (Føroya kvceði 106D, ør. 2). Her brúkar Jens Hendrik ein formul, sum kemur ofta fyri í kvæðunum á manna munni (S. Hansen 2008: 204), og gongdin í Rodmunds kvæði ger ikki minni av enn t.d. Geipa táttur - og nútíðar kappin James Bond - tí í bardaganum við Ragnar ger Kári av við tíggju og tólv fíggindar í senn (ør40) ogØrnúlvur við níggju (ør. 41). Ragnar sjálvur er ikki minni raskur enn javn- líkin, sum Ólavur sóknast eftir: E Truiati ár tiil Vuigja fevr má me rat tá minna, Sexti loikjir ui toim helt, oi Luika kunde finna. - ør. 28 Ragnar er tikin úr fornaldarsøguni um Rod- mund Gripsson og líkist honum. Kvæði og søga Eisini „Rodmunds kvæði" heldur seg við hvørt neyvt til søguligu fyrimyndina eins og „Eirikur og Rollar," og við hvørt fyllir tað út við egnum tilfari. Av tí at ikki alt kvæðið er til skrivað við hond Jens Hendriks, ber ikki til at sanna sambandið millum kvæði og søgu sum hansara verk eftir ørindi 28.
Page 1
Page 2
Page 3
Page 4
Page 5
Page 6
Page 7
Page 8
Page 9
Page 10
Page 11
Page 12
Page 13
Page 14
Page 15
Page 16
Page 17
Page 18
Page 19
Page 20
Page 21
Page 22
Page 23
Page 24
Page 25
Page 26
Page 27
Page 28
Page 29
Page 30
Page 31
Page 32
Page 33
Page 34
Page 35
Page 36
Page 37
Page 38
Page 39
Page 40
Page 41
Page 42
Page 43
Page 44
Page 45
Page 46
Page 47
Page 48
Page 49
Page 50
Page 51
Page 52
Page 53
Page 54
Page 55
Page 56
Page 57
Page 58
Page 59
Page 60
Page 61
Page 62
Page 63
Page 64
Page 65
Page 66
Page 67
Page 68
Page 69
Page 70
Page 71
Page 72
Page 73
Page 74
Page 75
Page 76
Page 77
Page 78
Page 79
Page 80
Page 81
Page 82
Page 83
Page 84
Page 85
Page 86
Page 87
Page 88
Page 89
Page 90
Page 91
Page 92
Page 93
Page 94
Page 95
Page 96
Page 97
Page 98
Page 99
Page 100
Page 101
Page 102
Page 103
Page 104
Page 105
Page 106
Page 107
Page 108
Page 109
Page 110
Page 111
Page 112
Page 113
Page 114
Page 115
Page 116
Page 117
Page 118
Page 119
Page 120
Page 121
Page 122
Page 123
Page 124
Page 125
Page 126
Page 127
Page 128
Page 129
Page 130
Page 131
Page 132
Page 133
Page 134
Page 135
Page 136
Page 137
Page 138
Page 139
Page 140
Page 141
Page 142
Page 143
Page 144
Page 145
Page 146
Page 147
Page 148
Page 149
Page 150
Page 151
Page 152
Page 153
Page 154
Page 155
Page 156
Page 157
Page 158
Page 159
Page 160
Page 161
Page 162
Page 163
Page 164
Page 165
Page 166
Page 167
Page 168
Page 169
Page 170
Page 171
Page 172
Page 173
Page 174
Page 175
Page 176
Page 177
Page 178
Page 179
Page 180
Page 181
Page 182
Page 183
Page 184
Page 185
Page 186
Page 187
Page 188
Page 189
Page 190
Page 191
Page 192
Page 193
Page 194
Page 195
Page 196
Page 197
Page 198
Page 199
Page 200

x

Fróðskaparrit

Direct Links

If you want to link to this newspaper/magazine, please use these links:

Link to this newspaper/magazine: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link to this issue:

Link to this page:

Link to this article:

Please do not link directly to images or PDFs on Timarit.is as such URLs may change without warning. Please use the URLs provided above for linking to the website.