Fróðskaparrit - 01.01.2008, Síða 147
THREE BALLADS BYJENS HENDRIK DJURHUUS
145
1826, ogjens Hendrik Djurhuus kann tískil
hava kent søguna, lisið ella hoyrt hana.
Kvæðaeyðkenni
Formliga líkist „Rodmunds kvæði" meira
gomlum kvæðum enn Eirikur og Rollar. Eitt
nú leggur fyri við kendari tíðaráseting „Tað
var áður í tíðini", og ørindi eru bundin saman
við endurtøkum av heilum reglum:
Tá vár ávur ui findene
Lengt eer um Lii á loita
Drottur rávur ui Dánevelde
Evlavur Kongur oitur. -
Evlavur rodde ui Dánavelde
Cjitin eer so vuia
Órvar garpar heije Han
Vál bevro Vokn ui Struije.
ør. 1-2
Mótsett „Eiriki og Rollari" eru veður og nátt-
úra umrødd í kendum kvæðaorðingum sum
„Árla var um morgunin/ sólin roðar í fjøll"
(ør. 17). í uppskriftini av kvæðinum, sum
hevur 154 ørindi, verður skiftið millum fyrra
og seinna tátt (ør. 70-71) umrøtt eins og í
mongum gomlum kvæðum og í kvæðum hjá
Jens Chr. Djurhuus.
Kvæðið leggur fyri við at staðseta um-
hvørvið og lýsa søgupersónarnar. Tað fer
fram í Danmark, kongurin eitur Ólavur og
hann hevur nógvar góðar hermenn, sum
verða roknaðir upp, og bestur er Rodmund-
ur, sum kvæðið eitur eftir. Tá ið menninir eru
lýstir, skal ferð setast á gongdina:
Kongerin Sitirvi Broija Boor
Spiir Han Suinar Drongjir
Qvár vita Tit muin javnluika
Tá háve E hugsa longje. -
Kongerin Situr ui Hásáte
Higgur um Hódl so vuija
Qvár vita Tit so matan man
ui mevt már torir Struija. -
ør. 9-10
Jens Hendrik Djurhuus fær gongd á hending-
arnar við at endurnýta Geipatátt, har Karla-
magnus spyr menn sínar: „Hvar vitið tygur
mín javnlíka?/ Tað havi eg hugsað leingi"
(Føroya kvceði 106D, ør. 2). Her brúkar Jens
Hendrik ein formul, sum kemur ofta fyri í
kvæðunum á manna munni (S. Hansen 2008:
204), og gongdin í Rodmunds kvæði ger ikki
minni av enn t.d. Geipa táttur - og nútíðar
kappin James Bond - tí í bardaganum við
Ragnar ger Kári av við tíggju og tólv fíggindar
í senn (ør40) ogØrnúlvur við níggju (ør. 41).
Ragnar sjálvur er ikki minni raskur enn javn-
líkin, sum Ólavur sóknast eftir:
E Truiati ár tiil Vuigja fevr
má me rat tá minna,
Sexti loikjir ui toim helt,
oi Luika kunde finna. -
ør. 28
Ragnar er tikin úr fornaldarsøguni um Rod-
mund Gripsson og líkist honum.
Kvæði og søga
Eisini „Rodmunds kvæði" heldur seg við
hvørt neyvt til søguligu fyrimyndina eins og
„Eirikur og Rollar," og við hvørt fyllir tað út
við egnum tilfari. Av tí at ikki alt kvæðið er til
skrivað við hond Jens Hendriks, ber ikki til at
sanna sambandið millum kvæði og søgu sum
hansara verk eftir ørindi 28.