Fróðskaparrit - 01.01.2008, Page 150
148
TRÝ KVÆÐI EFTIRJENS HENDRIK DJURHUUS
hevur yrkt hetta. Samanborið við „Eirik og
Rollar" líkist henda beinleiðis uppíleggingin
hjá frásøgufólkinum ikki yrkingarlagi hans-
ara. Tilsipingar og viðmerkingar har til sam-
tíðar viðurskifti eru nógv snøggari enn hesi
ørindini um Trónd.
Yrkjandi feðgar
Jóannes Patursson skrivar í „Gyltubók", at
broytti hugburðurin um Trónd í Gøtu skuldi
vera „ein skjøldur ímóti tí mikla rósi," faðirin,
Sjóvarbóndin eldri, veitir Sigmundi: „TÍ søgn-
in sigur, at í yrkingum var oftast andróður
feðganna millum." (Patursson 1979:149).
Andsøgnin millum feðgarnar viðvíkjandi
hetjumyndunum av Sigmundi og Tróndi er
kanska ikki so greið, verður ivin um upprun-
an til rósandi ørindini um Trónd í Gøtu tikin
við.
Men andsøgnin millum tær báðar hetj-
urnar í Føroy'mgasøgu er kortini ein ideologisk
sannroynd, sum øðrumegin stavar úr „Sig-
munds rímuni" eftir Jens Chr. Djurhuus, har
Sigmundur er tann lýsandi fyrimyndin, og
hinumegin stavar frá „Gøtuskeggjum" á
manna munni, har nøkur ørindi eru sett
aftur at høvuðssøguni í kvæðinum um sorg
Tróndar um støðuna í Føroyum og lýsir hann
sum romantiska hetju, sum „alskaði" Føroyar
(Ibid. 41).
Tí er tað ikki, sum Jóannes Patursson sig-
ur, prógv um andsøgn millum Jens Christian
ogjens Hendrik Djurhuus um Sigmund og
Trónd. Men tað er ein søga á manna munni.
Og tann søgan er vorðin ein sera virkin myta
í føroyskari søgu. Rógvi Thomsen (1993) hev-
ur kannað, hvussu teir báðir Tróndur og Sig-
mundur í bókmentum og skaldskapi hava
skiftst um og kappast um at vera fyrimynd
hjá tjóðini. Hann vísir á, at Føroyingasøga og
serliga tolkingaravSigmundi ogTróndi hava
stóran týdning í nógvum skaldsligum verk-
um og tískil avgerandi ávirkan á skapanina og
menningina av samleika hjá føroyingum.
Men sum við allari hugmyndafrøði ber ofta
til at staðfesta, at hon er har, men illa at meta
um, hvørja ítøkiliga ávirkan hon hevur havt.
Bókmentaligir feðgar
Jens Christian ogjens Hendrik Djurhuus vóru
feðgar, men teir vóru eisini bókmentaligir
feðgar. Bæði tekstir teirra og søgur um høv-
undarnar siga frá andsøgn millum teir, sum
samsvarar við tað stríð, sum bókmentafrøðin
hevur víst á millum rithøvundar í ymsum
ættarliðum (Bloom, 1973).
Yngri Sjóvarbóndin, Jens Hendrik Djur-
huus, yrkti eins og eldri Sjóvarbóndin, Jens
Chr. Djurhuus, við evni úr Føroyingasøgu, og
Jens Hendrik broytir eins og faðirin í serligum
førum hugburðin um týðandi fyribrigdi.
Jens Hendrik Djurhuus fylgir pápanum,
men ger eisini upp við hann. Uppgerðin er á
rættan listaligan hátt listfrøðilig, hon snýr seg
um stíl og form. Jens Hendrik Djurhuus fer
longri enn faðirin við atliti at kynstrigari
kompositión og víðgongdum myndburði.
Nýskapan og framhald
Kvæðayrkjararnir í 19. øld fara um markið
millum munnligu mentanina og ta skrivligu:
Nólsoyar-Páll yrkti, men skrivaði ikki sjálvur -
báðir sjóvarbóndurnir bæði yrktu og skriv-
aðu sjálvir sumt av tí, teir yrktu. Bæði tað,
sum teir sjálvir skrivaðu, og tað, sum teir ikki
sjálvir skrivaðu, var savnað og skrivað upp í
stóru innsavningini av skaldskapi av manna
munni í 19. øld. í innsavningini verður skald-
skapur av manna munni til bókmentaligar
mentalutir, men hann kann ikki verða lisin og