Dúgvan - 01.03.1941, Qupperneq 13

Dúgvan - 01.03.1941, Qupperneq 13
DÚGVAN 13 taka seg. Farið á fund hjá honum, tá ið hann rópar á tykk- um, alt tað ber tykkum til. Tá fáa tit eisini høvi til at ætla um, hvørt hann arbeiðir á røttum grunđarlag. Tað er einki so eggjandi fyri tey ungu, sum at síggja tey eldru ímillum sín, og tað er einki ið kann gera eina samkomu meira hugnaliga, enn ein unglingafjøld, har tey elđru eisini síggjast á hvørjum beinki. Um øll vangagrá vitstu hvussu hugnaligt og stimbranđi tað er fyri tey ungu ið arbeiða, at síggja tey ímillum sín, so høvdu fleiri komi á fund við teimum og færri sitið heima. Minnist til, at tað eru tey sum nú eru ung, ið skulu leiða okkara arbeið víðari, fyri at verja mannaættina móti ónđum lastum og lystum. Latum okkum ansa okkum, at hava gjørt okkara skyldu móti ungdóminum, tá ið okkara seinasta løta slær — og okkara lív slóknar. TAÐ EK ALTÍÐ stuttligt at ferðast um summarið í góðum veðri, og hugnaligt at koma út og síggja landið í sínum summarskrúð, síggja nýggj landsløg og nýggj andlit. í teimum flestu P'løroyingum er ein stór útferðartrá. Vegna hernaðin og vandan uttan um okkum, verða ongar uttan- lanđsferðir í ár, men óivað vilja mong royna at ferðast so mikið sum gjørligt í Føroyum í staðin. Ungmannadeildin í Havn, sum í fjør gjørđi fleiri væl- eyđnaðar útferðir, ætlar eisini at fyrireika fleiri slíkar út- ferðir í ár.

x

Dúgvan

Direct Links

Hvis du vil linke til denne avis/magasin, skal du bruge disse links:

Link til denne avis/magasin: Dúgvan
https://timarit.is/publication/14

Link til dette eksemplar:

Link til denne side:

Link til denne artikel:

Venligst ikke link direkte til billeder eller PDfs på Timarit.is, da sådanne webadresser kan ændres uden advarsel. Brug venligst de angivne webadresser for at linke til sitet.