Dúgvan - 01.09.1941, Page 6

Dúgvan - 01.09.1941, Page 6
70 DÚGVAN má og skal galda fyri øll. At teir ið skrivað seg inn í Kiubbar, harvið skulu hava fingið serliga lagaligan byr til at fáa lógir at laga seg eftir teirra ynski, er illa hugsandi. Eitt annað er, at teir ynskja. Ja, tað eru so mong ið ynskja. Summi ynskja breyð, onnur ynskja arbeið, og mong eru tey sum ynskja at fáa síni edrúg til hús um kvøldini. Tað eru so mong ynskju, ið áttu at verið hoyrd og framđ, áðrenn eitt brennivínsynski frá einum klubba fær sømdir millum mentaðar fólkavaldar menn. Tað var einaferð ein handilsmaður í eihari lítlari før- oyskari bygd, ið nakað aftaná, at „Lógin um rúsdrekka“ var komin í gildi, vendi sær til Løgtingið við einari „áheitan“, um at veita honum rætt til brennivínssølu. Henda „álieitanin“ var sum ein knýttur nevið beint í andlitið á Føroya fólk, og tað vóru ikki bert fráhaldsfólk ið vórðu illa við. Eisini mong onnur høvdu hetta á málið, at ein einstaklingur vildi liava Løgtingið at veita sær framíhjárætt, at selja brennivín til bygdafólk og ferðafólk, aftaná at brennivínssøla var bannað av Føroya fólki sjálvum við fólkaatkvøðu. Skaldið Rasmus Effersøe, ið um tað munđið var ritstjóri á „Dúgvuni“ við- gjørdi liesa „áheitan“ á sín ramliga nátt í „Dúgvuni“, og læt henda umsøkjarin fáa „bæði lisið og páskrivað“. Hesin handismaður fekk ongar sømdir á tingi. Og tað skulđi so verið. Samfelagið og fólkið sum heild fyrst, áðrenn einstaklingúrin. Føroya heim, konur og bø’rn, áðrenn Klubbin. Nú kann tað verða framhildið, at limir í einum klubba, teir eru penir inenn. Ja, vit hava ikki sagt nakað annað. Men fyri tað halda vit okkum at hava bæði skyldu og rætt til at finnast at, at Klubbin strevar aftur ímóti gomlum Ivlubba- døgum, sum eingin ynskir aftur, kanska ikki teir sjálvir heldur, tá ið teir koma eftir hvat hetta kann føra til. Og tað eru jú eisini mangir aðrir penir menn, ið ikki leggja lag í at vera í nøkrum Klubba og heldur ikki leingjast eftir brennivíni.

x

Dúgvan

Direct Links

If you want to link to this newspaper/magazine, please use these links:

Link to this newspaper/magazine: Dúgvan
https://timarit.is/publication/14

Link to this issue:

Link to this page:

Link to this article:

Please do not link directly to images or PDFs on Timarit.is as such URLs may change without warning. Please use the URLs provided above for linking to the website.