Fróðskaparrit - 01.01.1955, Side 12
18
Soppur í føroyskum og sopp í írskum
merking («hoysoppur»), sum einki annað norðanmál hevur.
Harímóti er sama merkingin, sum seinni verður víst á, til
í øllum tí geliska økinum.
II.
Ikki er alt sagt enn um, hvussu tað ósamansetta orðið
soppur er nýtt í føroyskum. Kortini fara vit at steðga á
her og gera ein tátt burtur úr samanseting, sum bæði er
til í Føroyum og í Hjaltlandi. Orðið, sum meint er við,
er før. marsoppur m., hjaltl. marsop (p). Vanliga orðið nú
í Føroyum er tó lættisoppur (ella: lættusoppur), eitt orð,
sum ofta eisini er nýtt í fluttari merking, t. d. um fólk, sum
fáast hvønn veg tað skal vera.
Marsoppur er sjáldsamt orð nú, kanska er tað ikki til
longur, eg veit tað ikki — seðlasavnið hjá orðabókini
hevur tað ikki. Men onkuntíð var tað til, tí Svabo hevur
skrivað tað upp nakað aftan á 1800. í fyrsta uppískoyt*
inum (A1) til yngsta orðabókarhandritið (S1) stendur tað
einasta, vit við vissu vita um orðið. Har stendur so:
«Marsoppur see Lattusoppur.» Tað verður so statt lættL
soppur (lættuí), sum fær sagt okkum, hvat ið marsoppur
merkir.
I handritinum M, sum Nicolai Mohr (1742—1790) hevur
skrivað, er so greitt frá: «Lattusoppur s. m. sammenhæn*
gende Rogn Bælge, som meenes at være af Rognkelsen,
cortices exuviæ ovorum conglomeratorum piscis cujusdam
(et ut supponitur cyclopteri lumpi) in litus ejecti.» í S1
er týðingin henda: «Rødmagens tomme Rognpose, testæ
ovorum cyclopteri lumpi, conglomeratorum, inanes.» — Nú
kunnu kønir menn at siga okkum, at henda frágreiðingin
er ikki bein, rættari er at týða orðið (orðini) soleiðis:
«klase af konksneglens ægkapsler» (á enskum: a cluster of
egg capsules of the common whelk), t. e. tyssi av (tómum)
egggoymslum hjá gággu, (tómt) gággurogn.
í orðabók Dr. Jakobsens er hjaltlendska orðið marsopp
týtt soleiðis: «en art stærkt porøs og svampagtig hvidlig