Fróðskaparrit - 01.01.1955, Page 12

Fróðskaparrit - 01.01.1955, Page 12
18 Soppur í føroyskum og sopp í írskum merking («hoysoppur»), sum einki annað norðanmál hevur. Harímóti er sama merkingin, sum seinni verður víst á, til í øllum tí geliska økinum. II. Ikki er alt sagt enn um, hvussu tað ósamansetta orðið soppur er nýtt í føroyskum. Kortini fara vit at steðga á her og gera ein tátt burtur úr samanseting, sum bæði er til í Føroyum og í Hjaltlandi. Orðið, sum meint er við, er før. marsoppur m., hjaltl. marsop (p). Vanliga orðið nú í Føroyum er tó lættisoppur (ella: lættusoppur), eitt orð, sum ofta eisini er nýtt í fluttari merking, t. d. um fólk, sum fáast hvønn veg tað skal vera. Marsoppur er sjáldsamt orð nú, kanska er tað ikki til longur, eg veit tað ikki — seðlasavnið hjá orðabókini hevur tað ikki. Men onkuntíð var tað til, tí Svabo hevur skrivað tað upp nakað aftan á 1800. í fyrsta uppískoyt* inum (A1) til yngsta orðabókarhandritið (S1) stendur tað einasta, vit við vissu vita um orðið. Har stendur so: «Marsoppur see Lattusoppur.» Tað verður so statt lættL soppur (lættuí), sum fær sagt okkum, hvat ið marsoppur merkir. I handritinum M, sum Nicolai Mohr (1742—1790) hevur skrivað, er so greitt frá: «Lattusoppur s. m. sammenhæn* gende Rogn Bælge, som meenes at være af Rognkelsen, cortices exuviæ ovorum conglomeratorum piscis cujusdam (et ut supponitur cyclopteri lumpi) in litus ejecti.» í S1 er týðingin henda: «Rødmagens tomme Rognpose, testæ ovorum cyclopteri lumpi, conglomeratorum, inanes.» — Nú kunnu kønir menn at siga okkum, at henda frágreiðingin er ikki bein, rættari er at týða orðið (orðini) soleiðis: «klase af konksneglens ægkapsler» (á enskum: a cluster of egg capsules of the common whelk), t. e. tyssi av (tómum) egggoymslum hjá gággu, (tómt) gággurogn. í orðabók Dr. Jakobsens er hjaltlendska orðið marsopp týtt soleiðis: «en art stærkt porøs og svampagtig hvidlig

x

Fróðskaparrit

Direct Links

If you want to link to this newspaper/magazine, please use these links:

Link to this newspaper/magazine: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link to this issue:

Link to this page:

Link to this article:

Please do not link directly to images or PDFs on Timarit.is as such URLs may change without warning. Please use the URLs provided above for linking to the website.