Fróðskaparrit - 01.01.1955, Page 15

Fróðskaparrit - 01.01.1955, Page 15
Soppur í føroyskum og sopp í írskum 21 um. Líta vit at lutinum sjálvum (sí 1., 2. og 3. mynd). Heldur er orðið her nýtt um «fungus»íkendan vøkstur, líkum tí, sum nú eitur sopp á norskum, ella um hjómut og poknut evni, sum havt hevur sama navnið. III. Merkingin «hoysoppur», sum sopput bert hevur í tveim* um norrønum málum, í føroyskum og í hjaltlendskum, er helst til í tí orðfellinum, sum føroyskt hevur um konu, sum skjótt fer at eiga barn: at fava á soppin. Eittans hand* rit hjá Svabo hevur hesa máliskuna, sum hann sigur vera vanliga í hvønndagsmáli: feara aa Soppin, komme i Barseb seng, in puerperium incidere» (S1)- Sbr. Bábelstornið (1909), bls. 84: «konan var farin á soppin.» — Eitt sindur øðrvísi eru tey dømini, eg nú nevni (tey hava kanska ikki øll gamla rót); «konan er løgst á soppin,» «hon hevur ligið á soppinum» (bæði frá dreingi úr Norðuroyggjum), «tað verður kaldligt at liggja á soppinum uppi í Fútagróthús* inum» (Ófriðaligar Tíðir, 1923, bls. 54). — Aðrastaðni havi eg hoyrt: «hon er komin á soppin.» — Sjálvur havi eg í 1922 skrivað upp frá gomlum fólki (um konu, sum skjótt skal fara at eiga): «hon er búgvin á soppin.» — Annars veit eg ikki nóg mikið um máliskur av hesum slagnum, tær, sum soppur er nýttur í. Til okkara nýtslu her er hetta tó nóg mikið. Eg skal nú í stuttum nevna, hvat ið eg kenni av øðrum tiltøkum um nakað tað sama. «Búgvin at hvíla» man vera sagt víða um land, sbr. t. d. hdr. M: «Hoon eer bygvin a kvujla, hun er nær ved at giøre Barsel, partui proxima.» — Orðið gólv n. er nýtt í mongum orðfellum, t. d. «fara (falla) í gólv,» «liggja í gólvi» o. fl. Svabo hevur: «feara uj Gølv,» komme i Barselseng, in puerperium incidere (sbr. nú: «hon fer skjótt í gólv»); liggja uj Gølvi, ligge i Barselseng, puerperam agere (sbr. nú: «konan lá í gólvi»).» — Ur Skálavík eru hesi bæði dømini (fyrra munnligt, seinna úr Varðanum III 82): «at falla í gólv,» «matmóð*

x

Fróðskaparrit

Direct Links

If you want to link to this newspaper/magazine, please use these links:

Link to this newspaper/magazine: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link to this issue:

Link to this page:

Link to this article:

Please do not link directly to images or PDFs on Timarit.is as such URLs may change without warning. Please use the URLs provided above for linking to the website.