Fróðskaparrit - 01.01.1955, Síða 15
Soppur í føroyskum og sopp í írskum
21
um. Líta vit at lutinum sjálvum (sí 1., 2. og 3. mynd). Heldur
er orðið her nýtt um «fungus»íkendan vøkstur, líkum tí,
sum nú eitur sopp á norskum, ella um hjómut og poknut
evni, sum havt hevur sama navnið.
III.
Merkingin «hoysoppur», sum sopput bert hevur í tveim*
um norrønum málum, í føroyskum og í hjaltlendskum, er
helst til í tí orðfellinum, sum føroyskt hevur um konu,
sum skjótt fer at eiga barn: at fava á soppin. Eittans hand*
rit hjá Svabo hevur hesa máliskuna, sum hann sigur vera
vanliga í hvønndagsmáli: feara aa Soppin, komme i Barseb
seng, in puerperium incidere» (S1)- Sbr. Bábelstornið (1909),
bls. 84: «konan var farin á soppin.» — Eitt sindur øðrvísi
eru tey dømini, eg nú nevni (tey hava kanska ikki øll
gamla rót); «konan er løgst á soppin,» «hon hevur ligið á
soppinum» (bæði frá dreingi úr Norðuroyggjum), «tað
verður kaldligt at liggja á soppinum uppi í Fútagróthús*
inum» (Ófriðaligar Tíðir, 1923, bls. 54). — Aðrastaðni havi
eg hoyrt: «hon er komin á soppin.» — Sjálvur havi eg í
1922 skrivað upp frá gomlum fólki (um konu, sum skjótt
skal fara at eiga): «hon er búgvin á soppin.» — Annars
veit eg ikki nóg mikið um máliskur av hesum slagnum,
tær, sum soppur er nýttur í. Til okkara nýtslu her er hetta
tó nóg mikið.
Eg skal nú í stuttum nevna, hvat ið eg kenni av øðrum
tiltøkum um nakað tað sama. «Búgvin at hvíla» man vera
sagt víða um land, sbr. t. d. hdr. M: «Hoon eer bygvin a
kvujla, hun er nær ved at giøre Barsel, partui proxima.»
— Orðið gólv n. er nýtt í mongum orðfellum, t. d. «fara
(falla) í gólv,» «liggja í gólvi» o. fl. Svabo hevur: «feara
uj Gølv,» komme i Barselseng, in puerperium incidere
(sbr. nú: «hon fer skjótt í gólv»); liggja uj Gølvi, ligge i
Barselseng, puerperam agere (sbr. nú: «konan lá í gólvi»).»
— Ur Skálavík eru hesi bæði dømini (fyrra munnligt,
seinna úr Varðanum III 82): «at falla í gólv,» «matmóð*