Fróðskaparrit - 01.01.1955, Side 17
Soppur í føroyskum og sopp í írskum
23
irin er fallin í gólv;» av Oyrareingjum er hetta: «hon er
dottin í gólv.» í máliskuni «at detta niður» er orðið gólv
ikki nýtt, t. d. «hon fer skjótt at detta niður» (onnur siga:
«hon dettur niður,» t. e. tá ið hon verður «sjúk»). — Óvist
er, um hetta er gamalt (kanska er tað komið úr donskum):
«hon er á fallandi føti,» «hon er komin á fallandi fót,»
men so verður sagt sumstaðni. Sbr. no. «fallande fot.» —
Eg skal enda við tí, at onkustaðni er so tikið til um tað
sama: «hon fer skjótt at detta í tvey.» — Vit hava eingi
av teimum orðunum nevnt, har orðið song er uppií (liggja
á song, songarkona, *matur o. s. fr.; um tílíkt í fornmálins
um, sí Fritzner: barnsæng, sæng, sængarferð ella ífór ella
sæng(r)fór, sængarkona, *rekkja), tí hjá okkum hevur orðið
gólv og máliskur, sum sipa til tað, meiri at týða. Konan
átti í fornari tíð «í gólvi» (á gólvi — stendur í gomlum
skriftum, sí Fritzner: golf, og so siga íslendingar enn;
norðmenn nýta «i» sum vit). Øllum hesum viðvíkjandi er
nóg mikið at vísa á Fritzner (undir tí nevnda orðinum), á
Jónas Jónasson: Islenzkir |»jóðhættir (Rvk. 1945), bls. 260,
á Ord og Sed X (Nr. 115—133), bls. 35—36. Á hesum
seinasta staðnum fáa vit at vita, hvussu føðingin kundi
vera sumstaðni í Noregi upp at okkara tíð: Nár dei kjende
barnilt, fek dei tak i ei nerkona. So bar dei ein halmdott
(sumstaðni nevndur «vonardott») inn pá golvet, sá stor
som ein fengje. Nár kona fekk flager (verkir), sette mannen
hennar seg opp pá eit bord, ho lág pá knea pá ein skammel,
og han heldt henne under armane, og nerkona satt attmed.
Var flagene over, eller ho vart for trøytt, hadde dei henne
bort pá halmdotten.» Har er eisini nevnt «eit ordlag for á
føda: «á gá i golve;» barnet vart fødd pá golvet medan
kona lá pá knea. Sá la dei henne i senga ...» — Eg sigi
ikki, at so hevur verið í Føroyum, sum her er sagt frá,
men hoysoppur hevur so ligið undir her — ella í hvussu
3. Marsoppur (laettisoppur).
Egggoymslur frá mongum gággumøðrum. Zool Museum.
A cluster of eggs deposited by several females.