Fróðskaparrit - 01.01.1955, Page 17

Fróðskaparrit - 01.01.1955, Page 17
Soppur í føroyskum og sopp í írskum 23 irin er fallin í gólv;» av Oyrareingjum er hetta: «hon er dottin í gólv.» í máliskuni «at detta niður» er orðið gólv ikki nýtt, t. d. «hon fer skjótt at detta niður» (onnur siga: «hon dettur niður,» t. e. tá ið hon verður «sjúk»). — Óvist er, um hetta er gamalt (kanska er tað komið úr donskum): «hon er á fallandi føti,» «hon er komin á fallandi fót,» men so verður sagt sumstaðni. Sbr. no. «fallande fot.» — Eg skal enda við tí, at onkustaðni er so tikið til um tað sama: «hon fer skjótt at detta í tvey.» — Vit hava eingi av teimum orðunum nevnt, har orðið song er uppií (liggja á song, songarkona, *matur o. s. fr.; um tílíkt í fornmálins um, sí Fritzner: barnsæng, sæng, sængarferð ella ífór ella sæng(r)fór, sængarkona, *rekkja), tí hjá okkum hevur orðið gólv og máliskur, sum sipa til tað, meiri at týða. Konan átti í fornari tíð «í gólvi» (á gólvi — stendur í gomlum skriftum, sí Fritzner: golf, og so siga íslendingar enn; norðmenn nýta «i» sum vit). Øllum hesum viðvíkjandi er nóg mikið at vísa á Fritzner (undir tí nevnda orðinum), á Jónas Jónasson: Islenzkir |»jóðhættir (Rvk. 1945), bls. 260, á Ord og Sed X (Nr. 115—133), bls. 35—36. Á hesum seinasta staðnum fáa vit at vita, hvussu føðingin kundi vera sumstaðni í Noregi upp at okkara tíð: Nár dei kjende barnilt, fek dei tak i ei nerkona. So bar dei ein halmdott (sumstaðni nevndur «vonardott») inn pá golvet, sá stor som ein fengje. Nár kona fekk flager (verkir), sette mannen hennar seg opp pá eit bord, ho lág pá knea pá ein skammel, og han heldt henne under armane, og nerkona satt attmed. Var flagene over, eller ho vart for trøytt, hadde dei henne bort pá halmdotten.» Har er eisini nevnt «eit ordlag for á føda: «á gá i golve;» barnet vart fødd pá golvet medan kona lá pá knea. Sá la dei henne i senga ...» — Eg sigi ikki, at so hevur verið í Føroyum, sum her er sagt frá, men hoysoppur hevur so ligið undir her — ella í hvussu 3. Marsoppur (laettisoppur). Egggoymslur frá mongum gággumøðrum. Zool Museum. A cluster of eggs deposited by several females.

x

Fróðskaparrit

Direct Links

If you want to link to this newspaper/magazine, please use these links:

Link to this newspaper/magazine: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link to this issue:

Link to this page:

Link to this article:

Please do not link directly to images or PDFs on Timarit.is as such URLs may change without warning. Please use the URLs provided above for linking to the website.