Fróðskaparrit - 01.01.1955, Síða 19

Fróðskaparrit - 01.01.1955, Síða 19
Soppur í føroyskum og sopp í írskum 25 (í útgávu Ungers bls. 64—65; hdr. AM 180 d, fol., nýtir formar av orðinum svóppr og einans ferð orðið bóllr; AM 531,4°, hevur allan vegin hetta seinna orðið). Sagt er í søguni frá heldur bonskum bóltleiki. Tað er eyðsæð av hesum dømum, at soppr (svóppr) er nýtt um viðurskifti uttan fyri Norðurlond, og sama er at siga um nýtsluna av orðinum (sopp) í norskum kvæðum. í ritgerðini «Drengene pá legevolden» (Danske Studier 1906, bls. 91 — 102) hevur Axel Olrik skrivað skilaliga um tað kvæðamotivið, sum er okkum føroyingum so kunnigt, eitt nú úr Regin Smiði, um sveinarnar, sum staddir eru á leikvøllum og fremja vápnaleik, kappin leikar so harðliga, at hinir sveinarnir setast, reiðir, og siga: «Líkari var tær faðir at hevna enn berja os so stórum.» A. O. vísir á, at motivið hevur upprunaligari viðgerð í norskum kvæðum enn í føroyskum, og har er sagt frá bóltleiki og ikki vápna* leiki; bólturin har er nevndur sopp. I Sigurd Svein, sum er meinlíkur okkara Regin Smiði, er so tikið til: Sigurd slo med leikesoppen; S. kasta leikesoppen, honom lyster kje lenger leike» (sbr. Hugaball). í Ivar Elison er sagt: «Ivar gjeng’e pá leikvollen/kastar sopp av hendi» (sbr. Iven Erningsson; í báðum førum stendur mein av hesum kasti). — Knut Liestøl hevur í ritgerðini «Ordet sopp i folkes visone» (Maal og Minne 1919, 115—117) greitt frá hesum norska kvæðaorðinum og skoðað tað í samband við tær merkingar, sum sopp annars hevur í norskum. Tað, sum nú verður sagt frá orðinum sopp í norskum nútíðarmáli, havi eg fingið.frá Alf Hellevik, sum stjórnar Norsk Ordbok. Høvuðsmerkingin er «sporeplanten av gruppa fungi,» aðrar merkingar eru «utvokster, knusk pá tre» og sambundið tí «ball til leik, kjukeball,» eisini er orðið nýtt um «rotstokk av gul nykkeblom, nytta til ball» (sí Maal og Minne 1909, bls. 85). A. H. leggur afturat, at einki dømi er til, har orðið merkir «(hø=, halm*) visk». Orð, sum beinleiðis er ættað frá forminum svóppr m. (svappar; sveppir), er ikki til í nýnorskum; «spongia» 2
Síða 1
Síða 2
Síða 3
Síða 4
Síða 5
Síða 6
Síða 7
Síða 8
Síða 9
Síða 10
Síða 11
Síða 12
Síða 13
Síða 14
Síða 15
Síða 16
Síða 17
Síða 18
Síða 19
Síða 20
Síða 21
Síða 22
Síða 23
Síða 24
Síða 25
Síða 26
Síða 27
Síða 28
Síða 29
Síða 30
Síða 31
Síða 32
Síða 33
Síða 34
Síða 35
Síða 36
Síða 37
Síða 38
Síða 39
Síða 40
Síða 41
Síða 42
Síða 43
Síða 44
Síða 45
Síða 46
Síða 47
Síða 48
Síða 49
Síða 50
Síða 51
Síða 52
Síða 53
Síða 54
Síða 55
Síða 56
Síða 57
Síða 58
Síða 59
Síða 60
Síða 61
Síða 62
Síða 63
Síða 64
Síða 65
Síða 66
Síða 67
Síða 68
Síða 69
Síða 70
Síða 71
Síða 72
Síða 73
Síða 74
Síða 75
Síða 76
Síða 77
Síða 78
Síða 79
Síða 80
Síða 81
Síða 82
Síða 83
Síða 84
Síða 85
Síða 86
Síða 87
Síða 88
Síða 89
Síða 90
Síða 91
Síða 92
Síða 93
Síða 94
Síða 95
Síða 96
Síða 97
Síða 98

x

Fróðskaparrit

Beinleiðis leinki

Hvis du vil linke til denne avis/magasin, skal du bruge disse links:

Link til denne avis/magasin: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link til dette eksemplar:

Link til denne side:

Link til denne artikel:

Venligst ikke link direkte til billeder eller PDfs på Timarit.is, da sådanne webadresser kan ændres uden advarsel. Brug venligst de angivne webadresser for at linke til sitet.