Fróðskaparrit - 01.01.1955, Blaðsíða 19
Soppur í føroyskum og sopp í írskum
25
(í útgávu Ungers bls. 64—65; hdr. AM 180 d, fol., nýtir
formar av orðinum svóppr og einans ferð orðið bóllr;
AM 531,4°, hevur allan vegin hetta seinna orðið). Sagt er
í søguni frá heldur bonskum bóltleiki.
Tað er eyðsæð av hesum dømum, at soppr (svóppr) er
nýtt um viðurskifti uttan fyri Norðurlond, og sama er at
siga um nýtsluna av orðinum (sopp) í norskum kvæðum.
í ritgerðini «Drengene pá legevolden» (Danske Studier
1906, bls. 91 — 102) hevur Axel Olrik skrivað skilaliga um
tað kvæðamotivið, sum er okkum føroyingum so kunnigt,
eitt nú úr Regin Smiði, um sveinarnar, sum staddir eru á
leikvøllum og fremja vápnaleik, kappin leikar so harðliga,
at hinir sveinarnir setast, reiðir, og siga: «Líkari var tær
faðir at hevna enn berja os so stórum.» A. O. vísir á, at
motivið hevur upprunaligari viðgerð í norskum kvæðum
enn í føroyskum, og har er sagt frá bóltleiki og ikki vápna*
leiki; bólturin har er nevndur sopp. I Sigurd Svein, sum
er meinlíkur okkara Regin Smiði, er so tikið til: Sigurd
slo med leikesoppen; S. kasta leikesoppen, honom lyster
kje lenger leike» (sbr. Hugaball). í Ivar Elison er sagt:
«Ivar gjeng’e pá leikvollen/kastar sopp av hendi» (sbr. Iven
Erningsson; í báðum førum stendur mein av hesum kasti).
— Knut Liestøl hevur í ritgerðini «Ordet sopp i folkes
visone» (Maal og Minne 1919, 115—117) greitt frá hesum
norska kvæðaorðinum og skoðað tað í samband við tær
merkingar, sum sopp annars hevur í norskum.
Tað, sum nú verður sagt frá orðinum sopp í norskum
nútíðarmáli, havi eg fingið.frá Alf Hellevik, sum stjórnar
Norsk Ordbok. Høvuðsmerkingin er «sporeplanten av
gruppa fungi,» aðrar merkingar eru «utvokster, knusk pá
tre» og sambundið tí «ball til leik, kjukeball,» eisini er
orðið nýtt um «rotstokk av gul nykkeblom, nytta til ball»
(sí Maal og Minne 1909, bls. 85). A. H. leggur afturat, at
einki dømi er til, har orðið merkir «(hø=, halm*) visk».
Orð, sum beinleiðis er ættað frá forminum svóppr m.
(svappar; sveppir), er ikki til í nýnorskum; «spongia»
2