Fróðskaparrit - 01.01.1955, Side 21
Soppur í føroyskum og sopp í írskum
27
trje.» Onnur snið á sama orði eru soppi m. og soppa f.
Sí Blondal, sum eisini hevur samansetingina soppafainur m.
Merkingin, sum orð okkara hevur í føroyskum og í
hjaltlendskum («hoysoppur» ella tíl.), er púra ókent í ls»
landi — sum í Noregi. —
1 orðabók Blóndals hevur sveppur m. — soleiðis eitur
svóppr nú á íslendskum — eina nú burturdotna merking:
«(soppr) Bold»; høvuðsmerkingin er: «Svamp (fungus)».
B H hevur: «fungus, boletus.» Sama er í orðabók Jóns
Ólafssonar; har eru eisini nevnd hesi sløgini: ætisveppur
(og: æte^), fyse sveppur, kerlingar elldur. — Sjódýrið, sum
danir rópa svamp, havsvamp (á latíni: spongia), eitur á ís»
lendskum, sum á føroyskum, njarðarvóttur1) (B H: Niardar*
vóttr s. m. spongia), og sama orðið varð í miðaldarmáli
nýtt um tann «svampin», sum Jesus drakk edikk av á
krossinum, og so er enn í íslendskum bíbliumáli. Tó varð
í 16. øld eisini nýtt orðið svampur, sí Chr. Westergárd*
Nielsen: Láneordene i det 16. árhundredes trykte isl. lit=
teratur (1946), bls. 333. — «Svampur» (at tváa ella turka
við) eitur nú altíð á íslendskum svampur (BH: Svampr
s. m. spongia). —
Heldur ikki íslendski formurin sveppur hjálpir okkum
so statt at skilja, hvussu hitt føroyska orðið soppur hevur
fingið sína merking. —
1 donskum er, tað eg dugi at síggja, einasta vissa dømi
um form við «p(p)» tað orðið sop, sum Fejlberg hevur
í jútsku orðabók síni úr Vendsyssel við merkingini «svamp,
paddehat.» í svenskum bygdamálum er til sopp í somu
merking («svamp»). Sí Lennart Moberg, Om de nordiska
nasalassimilationerna (1944), bls. 68—71. í øðrum svenskum
málum er svamp (nýtt um «fungus») formurin. Moberg
sigur, at í merkingini «spongia» er formurin allastaðni
svamp, og heldur hann, at orðið í hesari merkingini kundi
verið komið úr týskum (t. e. av niðurtýska orðinum swamp).
*) á før. nú ofta sagt naravøttur, mjáravettur, mjarravøttur, narras
vøttur o. tíl.