Fróðskaparrit - 01.01.1955, Page 21

Fróðskaparrit - 01.01.1955, Page 21
Soppur í føroyskum og sopp í írskum 27 trje.» Onnur snið á sama orði eru soppi m. og soppa f. Sí Blondal, sum eisini hevur samansetingina soppafainur m. Merkingin, sum orð okkara hevur í føroyskum og í hjaltlendskum («hoysoppur» ella tíl.), er púra ókent í ls» landi — sum í Noregi. — 1 orðabók Blóndals hevur sveppur m. — soleiðis eitur svóppr nú á íslendskum — eina nú burturdotna merking: «(soppr) Bold»; høvuðsmerkingin er: «Svamp (fungus)». B H hevur: «fungus, boletus.» Sama er í orðabók Jóns Ólafssonar; har eru eisini nevnd hesi sløgini: ætisveppur (og: æte^), fyse sveppur, kerlingar elldur. — Sjódýrið, sum danir rópa svamp, havsvamp (á latíni: spongia), eitur á ís» lendskum, sum á føroyskum, njarðarvóttur1) (B H: Niardar* vóttr s. m. spongia), og sama orðið varð í miðaldarmáli nýtt um tann «svampin», sum Jesus drakk edikk av á krossinum, og so er enn í íslendskum bíbliumáli. Tó varð í 16. øld eisini nýtt orðið svampur, sí Chr. Westergárd* Nielsen: Láneordene i det 16. árhundredes trykte isl. lit= teratur (1946), bls. 333. — «Svampur» (at tváa ella turka við) eitur nú altíð á íslendskum svampur (BH: Svampr s. m. spongia). — Heldur ikki íslendski formurin sveppur hjálpir okkum so statt at skilja, hvussu hitt føroyska orðið soppur hevur fingið sína merking. — 1 donskum er, tað eg dugi at síggja, einasta vissa dømi um form við «p(p)» tað orðið sop, sum Fejlberg hevur í jútsku orðabók síni úr Vendsyssel við merkingini «svamp, paddehat.» í svenskum bygdamálum er til sopp í somu merking («svamp»). Sí Lennart Moberg, Om de nordiska nasalassimilationerna (1944), bls. 68—71. í øðrum svenskum málum er svamp (nýtt um «fungus») formurin. Moberg sigur, at í merkingini «spongia» er formurin allastaðni svamp, og heldur hann, at orðið í hesari merkingini kundi verið komið úr týskum (t. e. av niðurtýska orðinum swamp). *) á før. nú ofta sagt naravøttur, mjáravettur, mjarravøttur, narras vøttur o. tíl.

x

Fróðskaparrit

Direct Links

If you want to link to this newspaper/magazine, please use these links:

Link to this newspaper/magazine: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link to this issue:

Link to this page:

Link to this article:

Please do not link directly to images or PDFs on Timarit.is as such URLs may change without warning. Please use the URLs provided above for linking to the website.