Fróðskaparrit - 01.01.1957, Page 1
Eitt sindur um sukursjúkuna
í Føroyum.
(A brief report on diabetes in the Faroe Islands).
Eftir R. K. Rasmussen.*)
Sukursjúkan verður, tað høvundurin dugir at síggja,
fyrstu ferð nevnd í heilsulagslýsingini fvri árið 1877. Land<
kirurgurin gevur hetta ár ta frágreiðing, at tað eru nakrar
sjúkur, sum Føroyar eru «sá godt som forskánede for»,
og teirra millum er sukursjúka. N. Chr. Lund, fylkislækni
í Suðuroy, ger meira av í frágreiðing síni hetta sama ár,
tá ið hann sigur, at sukursjúka er ókend í Føroyum. Men
longu í__1883 sigur hægsti embætislækni í Føroyum, at
hetta árið var komið «et dødeligt forløbende tilfælde af
diabetes mellitus — vistnok det første — pá Færøerne».
Hesar upplýsingar um sukursjúku í Føroyum eru at finna
í teim hondskrivaðu frágreiðingunum. Tær eru ikki komn*
ar við í «Medicinalberetning for Kongeriget Danmark»
hesi bæði árini. N. Chr. Lund9 tekur í doktararitgerð síni
— prentað 1884 — upp aftur tað, hann segði í 1877. Hann
fór úr Føroyum í 1879 og hevur ikki frætt um tilburðin
í 1883.
Næsti tilburðurin av diabetes mellitus er at finna í tí
óprentaða partinum av heilsulagslýsingini fyri 1904. Har
stendur: «Et tilfælde af diabetes mellitus i anledning af
livsforsikring».
‘) Týtt hevur Jóhannes av Skarði.