Fróðskaparrit - 01.01.1957, Blaðsíða 5
Eitt sindur um sukursjúkuna í Føroyum
11
Av teim 17 folkunum við sukursjúku doyðu 7 (2^,5?)
undan 26/í 1952. Teirra millum ein genta, sum doyði 38
ára gomul í einari beinkrímTarsótt. Deyðaváttanin varð so>
leiðis útfyllt: Influenza — vardi í 4 dagar; tumor cerebri
(cranioípharyngeom) vardi í minst 16 ár; diabetes mell.
— vardi ið hvussu er í 11 ár. Aftur at hesum kundi verða
lagt dystrophia adiposo*genitalis. Ein av hinum seks, 64 ára
gamalur maður, doyði av bronchopneumonia. Trý vóru 70
—79 ára gomul og tvey ímillum 80—89. Hjá 4 av teim 7 høvdu
leikmenn verið líkskoðarar. Tann 26. juni 1952 livdu so í
Eiðis læknadømi 10 fólk við sukursjúku. íbúgvaratalið
var tá her tætt uppundir 2300, sum vóru l/i4 av øllum
fólkatalinum í Føroyum. Hevur sjúkan somu útbreiðslu
um alt landið sum her, verður talið á sukursjúkum: 140
av 32000, sum er alt fólkatalið. T. e. 4,4 uppá hvørjar
1000 íbúgvar.
Er hetta talið — 4,4°/oo — stórt ella lítið tal?
Danmark hevur 7 rannsóknir viðvíkjandi útbreiðslu
sukursjúkunnar. Tær fara náttúrliga í 2 bólkar: Tær 4
fyrstu eru prentaðar í árunum ímillum 1921 og 1929; hin*
ar tríggjar í tíðini 1950—1953.
Rannsóknirnar hjá Johan Kaas í 1921' vóru tær fyrstu.
Ein part av fyrra verðaldarbardaga høvdu sukursjúk sær»
rætt til at fáa uppískoyti til smør* og fleskaskamtin. Kaas
helt seg til kortini frá 1. árshelmingi av 1918 og fann 1070
sukursjúk í Keypmannahavn og Frederiksberg. Hann er
tó ikki heilt vísur í, at hetta talið er rætt, men heldur at
hetta er ímillum 1000 og 2000 og helst nærri seinna tab
inum. V7ið fólkateljingina hin 1. februar 1916 høvdu báð«
ar kommunur høvuðstaðarins tilsamans 605.772 íbúgvar.
Taka vit nú talið 1070, verða hetta l,8°/oo sukursjúk.
Søren Hansen4 kannaði bøkurnar yvir verjuskyldugar
unglingar fyri 3 ár — og mundi helst vera árini 1923, 24
og 25 — og fann 28 sukursjúkar sum allir vóru yvir 20
ár. Burtur úr tølunum hjá Kaas viðvíkjandi sukursjúkum
mannfólki á ymsum aldri í Keypmannahavn og Frederiks>=