Fróðskaparrit - 01.01.1957, Síða 7
Eitt sindur um sukursjúkuna í Føroyum
13
Danmark. Um alt landið áttu so henda dagin at hava
verið ógviliga nær við 16000 sukursjúk.
Jørgen Christensen2 taldi hin 1. okt. 1950 í Vejle amti
við spurnarbløðum til allar læknar í amtinum. 3,6°/oo av
øllum fólkinum høvdu henda dag sukursjúku. Eisini hann
fann, at talið á sukursjúkum í øllum landinum lá um
16000.
Av tí, íð omanfyri er nevnt, síggja vit, at tølini frá
teimum fyrstu rannsóknunum, sum eru um tíðina 1918—
1927 og vórðu prentað í árunum 1921—1928, eru smá.
Størsta talið er 2,2%o, og tað er bert fyri mannfólk.
Næsthægsta talið er l,8%o, og tað er talið á sukursjúkum
í Keypmannahavn. Hini tølini eru ikki lítið lægri: 1,2 og
sløk l%o. Tølini frá árunum 1946—1950, prentað í 1950
og 1953, eru 2, 3, 4 ferðir so stór: 4,3—4,0 — 3,6%o. í
fyrstu rannsónunum eru fleiri mannfólk, men frá og við
1927 hava konufólk munin.
í Eiðis læknadømi eru í árunum 1931 — 1952 11 konu*
fólk og bert 6 mannfólk.
Eru hesi tøl bein, benda tey á mikla øking av sukur*
sjúkum í Danmark í árunum 1918 til 1950, og eini broyt*
ing í lutfallinum ímillum kynini. Sukursjúkan tykist við
øðrum orðum fyri ein part at vera broytt í hesum 32 ára
tíðarskeiðinum. Insulinið, ið kom fram í 1923, eigur kan=<
ska ein part av skuldini: sukursjúk liva longur nú enn
fyrr; men eisini onnur viðurskifti mugu hava gjørt um seg.
Úrslitið av hesi rannsókn verður so, at sukursjúka í nú»
tíðini er eins víða um í Føroyum sum í Danmark. Før<
oysku tølini eru 4,4°/oo, og 3 seinastu donsku rannsókn*
irnar vísa 4,3—4,0 — 3,6%o.
Diabetes mell. kann næstan sigast at vera nýggj sjúka
í tí partinum av Føroyum — norðara parti av Eysturoy
og Streymoy — sum leita til lækna á Eiði. Rætt er tað, í
1914 doyði eitt konufólk av sukursjúku, men hon var
flutt inn í hetta økið; og so kenna vit linan tilburð í 1921,
men hann hoyrir av grundum sum omanfyri eru greindar,