Fróðskaparrit - 01.01.1957, Side 8
14
Eitt sindur um sukursjúkuna í Føroyum
als ikki upp í tey sukursjúku í Føroyum. Taka vit ikki
hesi bæði konufólkini við, var fyrsti tilburður av diabetes
mellitus í 1931, og stív 21 ár seinni búðu 10 sukursjúk í
hesum økinum, har fólkatalið var bert 2300; og í hesum
tíðarskeiði vóru sjey, sum høvdu hesa sjúku, tá ið tey
doyðu. Henda sterka øking tykist at halda fram. í teim»
um trimum árunum eftir 26/í 52 eru komnir 3 nýggir
sukursjúkusjúklingar í Eiðis læknadømi: 2 mannfólk, sum
vóru 52 og 68 ára gomul, tá ið sjúkan var avgjørd, og eitt
81 ára gamalt konufólk við cancer pancreatis og diabetes
mellitus. Eingin doyði av teimum 10 sukursjúku, sum
livdu har omanfyri nevnda dag. Tilsamans vóru tí 26/6
1955: 13 tilburðir. Her skal tó verða tilskilað, at 81 ára
gamla konufólkið doyði í juli 1955.
Rokna vit við 12 sukursjúkum í Eiðis læknadømi í 1955,
fáa vit 5,2°/oo fyri allar Føroyar; rokna vit við 13, fáa vit
5,7°/oo. Dreyer og Hey roknaðu út sukursjúkutalið fyri
hvørjar 1000 íbúgvar ikki bert fyri Keypmannahavn, Frede«
riksberg og Gentofte, men, sum longu nevnt, eisini fyri
hvørt einstakt amt í Danmark hin */? 1946. Seta vit før»
oyska talið tíl 5,2 høvdu bert 2 av hesum býum og amt*
um fleiri sukursjúk enn Føroyar, og tað vóru Frederiks*
berg og Árhus við ávikavist 5,7 og 5,5°/oo. Taka vit 5,7°/oo
sum mynd fyri útbreiðslu sukursjúkunnar í Føroyum —
og hetta var veruliga sukursjúkutalið hin 26/í 1955 — hev«
ur einki øki í Danmark hægri tal.
Atvoldin til henda ógviliga bráða vøkstur sukursjúkunn=>
ar er ivaleyst ein ógviliga týðilig broyting í føðini. J. C.
Svabo11 skrivaði 1781 — 1782 gjølla um matin. Tað sama
gjørdi Jørgen LandtB, prestur í Føroyum frá 1791 til 1799,
og A. Berg1, lækni í Suðuroy 1862—1869. Matnýtslan í
hesum báðum 7—8 ára longu tíðarskeiðunum er heilt onn=
ur, enn hon er í dag — fyrst og fremst við nógvar ferðir
størri mongd av kolvætu.
Landt sigur at tilkomið fólk fær hvønn dag */2 drýl, og
hann sigur, at av */« skeppu (1 kannubæra) av byggmjøli